Frímund Hansen
-----
Ja, er tað undarligt, at vit viðhvørt halda, at fjølmiðlarnir eru politiskt litaðir og ella hava betur hug til at lýsa tær vánaligu og ljótu søgurnar og bevíst gloyma tær góðu og ljósu søgurnar. Ella er tann góða søgan bert nakað verd fyri fjølmiðlarnar, um hon hevur røtur í tí rætta politiska landslagnum.
Vit hava í seinastuni verið í orrustu, og vunnið hana, við stórveldini Noreg og EU um sera stórt tilfeingið til frama fyri alla tjóðina. Hetta er óiva størsta einskata hending nakrantíð til frama fyri hetta samfelagið fram ímóti einum betri og sjálvberandi búskapi.
Hesin kampur hevur mangan verið beiskur, og stundum hevur okkara fiskimálaráðharri verið aleinaður og viðhvørt nærum nakin í hesum stríði. Men hann stóð sum kletturin í ódnini. Hann hevur nú vunnið vegna okkum øll, og hann eigur heiðurin einsamallur. Og vóru okkara fjølmiðlar bert eitt lítið sindur at sær komnir, so gjørdu teir, honum til heiðurs, eina ella tvær sendingar um hann og hetta stríð, í bestu sjónvarpstíð. Tað hevði sømt seg betur.
Í seinastuni hava vit eisini verið vitni til eina syrgiliga hending umborð á einum av okkara fiskiskipum, har ein fiskimaður av útlendskum uppruna læt lív. Og í tí sambandi er eisini komið fram ymist runt hetta reiðarí, sum eftir okkara tykki ikki er av tí góða.
Her eigur at verða undirstrikað, at hetta á ongan hátt er eitt føroyskt mynsturreiðarí og umboðar á ongan hátt heildina í føroyskari fiskivinnu. Jú, tað er av allar størsta týdningi, at miðlarnir varpað ljós á slik viðurskifti, og eiga okkara myndugleikar at syrgja fyri, at slíkt ikki fyrikemur.
Men at brúka hetta syndarliga deyðfall og viðurskiftini kring hetta, til at gera upp við alla fiskivinnulógávuna er púra burturvið. Jú, sjálvandi er fiskivinnulógávan ikki uttan lýti og eigur at verða bøtt uppá, har tað krevst. Men fiskivinnulógávan hevur ikki dripið nakran mann, og tíansheldur kemur ein alternativ lóggáva á tí økinum at bjarga nøkrum mannalívi.
Jacob Vestergaard átti betur uppiborið enn at verða soleiðis úthongdur.