Er tað serliga synd í Leirvíkingum?

Í Dimmu herfyri hevur Bergur Jacobsen eina stutta grein um vegaføringina í Leirvík. Haldi hann setir nakrar góðar og relevantar spurningar, sum eg hervið vil royna at svara uppá, og gera nakrar viðmerkingar til.

Illa frágingið
Tað kunna vit skjótt vera samdir um. Soleiðis hendir tað sum oftast, tá politikkur kemur uppí verkætlanir upp undir val.
Sjálvandi skuldi vegaføringin um Leirvík verið partur av samlaðu verkætlani um Norðoyartunnilinum. Men so var ikki.

Ferðslunøgd
Rætt er, at tað hevur verið nógv tosa um ferðslunøgdina gjøgnum Leirvík. Um ferðslunøgdin er “ótolandi” nógv, ella ikki, velst um eyga, ið sær. Eisini er grundleggjandi munur á, um talan er um “vanliga” bygdarferðslu, ella gjøgnumkoyrandi ferðslu.

Øll eru vitandi um, at tað koyra nógv fleiri bilar um døgnið nógva staðni í landinum. Ongin hevur pástaði nakað annað.

Hvat er tað vit tosa um:
Ferðsluteljingar eru fyri fyrstu ferð síðani Norðoyartunnilin lat upp, gjørdar í summar eftir nevnda vegastrekki í Leirvík. Grundarlagið fyri teljingunum er ikki so stórt enn, tí tíðarskeiði fyri teljingini var stutt. Sum tíðin gongur, verður grundarlagið betri.

Ársmiðal samdøgursferðslan er góð 2500 akfør. Harav 12% ella 300 akfør er tung ferðsla. Tvs. lastbilar og størri.

Miðalferðin er 45-47 km/t. Ferðin var býtt soleiðis: <=50km/t: 70%, 50-60 km/t: 24 %, 60-70 km/t: 5 % og >70 km/t: 1%.
Sum kunnugt, so er talan um eina 30 km/t zonu, sum ikki verður vird. Hetta kundi løgreglan tikið til eftirtektar.

So hava vit fingið tað uppá pláss. Góð 2500 akfør er hóast alt ikki so lítið í Føroyskum bygdarmálistokki, og mestsum øll akførini koyra skjótari enn loyvt er. Eisini er vert at gera vart við, at flestu bilanir koyra í dagtímunum. Ella við øðrum orðum, so er trýsti væl størri í dagtímunum, enn eitt miðaltal fyri alt døgni, fortelur okkum.

Góða 2500 akfør um døgnið er møguliga ikki serliga nógv, samanbera vit okkum við veginar í t.d. Tórshavn. Har er ferðslan á onkrum vegastrekkið omanfyri 10.000 akfør um døgnið.
Til stuttleikar kann eg eisini nevna, at tað koyrdu knapt 34.000 bilar um døgnið í july um Stórabelt. Men tann brúgvin kostaði eisini uml. 22 mia. kr.

Tá Bergur Jacobsen vísir á, at hann í summar hevur verið fleiri ferð í Klaksvík, og hann hevur møtt millum lítlum og ongum bilum í Leirvík, so sigur tað okkum greitt og týðuligt, at trýstið á vegin í Leirvík ikki er javnt. Vit sum her búleikast vita, at tann stóra ferðslunøgdin er gerandisdagar, og tá fólk skulu til arbeiðis og koma heim frá arbeiði. Tað er tá ótryggleikin er.

Hvat er so trupulleikin:
Teir flestu veginir í Tórshavn, Stórabelt, London o.s.fr. eru gjørdir til at klára stórar nøgdir av ferðslu. Vegurin í Leirvík er gjørdur fyri at leiða bygdarferðsluna runt um í bygdini, og ikki til eina gjøgnumkoyrandi ferðslu. Hetta er ein grundleggjandi munur.
Sethús eru allan vegin kloss framvið vegnum, og íbindingar til tey oman, og niðan á hendan veg. Hetta er ikki nakað man kann broyta bara soleiðis uttan víðari.

Tað eru tó nakrar fyribils tillagingar gjørdar á vegin, og hámarksferðin sett til 30 km/t. Tillagingarnar virka til eitt vist, men ikki nóg væl. 30 km/t hámarksferðin ein grundleggjandi partur av hesum tillaginum, og sum tit síggja, so verður hámarksferðin als ikki vird.

Tíanverri følir man tað soleiðis, at vit sita og bíða til ein álvarslig ólukka hendir. Lat okkum vóna at hon ongatíð kemur. Men hetta er ein ræðsla nógv her í Leirvík sita við.
Í summar eru tvær gentur yvirkoyrdar á umrødda vegastrekki. Ein ung genta breyt armin, og mátti skurðviðgerast, og ein uml. 5 ára gomul smágenta slapp við bert smávegis snuddum. Til alla lukku var tað ikki meira álvarsligt enn tað.

Luksustrupulleiki?
Eg haldi eg fari at loyva mær at siga, at tala er ikki um ein luksustrupulleika. Haldi vit í Leirvík, og ikki minst tey sum nýta farleiðina hava rætt til eina trygga og góða farleið um Leirvík.
Dugi ikki at síggja, hvussu man kann samanbera millióna býir og ferðsluna har, við Leirvík. Haldi at vit eiga at fyrihalda okkum til verðuleikan. Nevnuliga, at tað er tørvur á einari nýggjar farleið um Leirvík. Hetta hevur Løgtingið, Landsstýrið, Landsverk og kommunan ásannan fyri langari tíð síðan. Eftir eru tey at sannføra, ið samanbera Leirvík við London, París, Keypmannahavn og fyri tann skyld eisin Tórshavn.

Niðurstøða:
Haldi tað er uppá sítt pláss, at vit halda okkum til verðuleikan, og ásanna at Leirvík er Leirvík. Serfrøðingar og tann politiski myndugleikin hava ásanna, at verandi farleið um Leirvík ikki er nøktandi, og er tað tí alneyðugt við einari nýggjari farleið, ið bæði er tryg fyri bygdina Leirvík og ikki minst fyri tey, ið dagliga nýta farleiðina.

Vónandi hava Bergur Jacobsen og onnur, fingið eitt sindur meira av innlit í hví tað er tørvur á einari farleið um Leirvík, við hesum orðum.