Hesi fólk smæðast ikki við at hækka sínar egnu lønir við 40-50% fyri fáum árum síðani - eftir hvat bløðini skrivaðu - og nøkur av hesum fólkum smæðast heldur ikki við at taka ímóti dupultari løn, løgtingsløn og fólkatingsløn fyri ikki at tala um allar nevndarløninar. Upphæddir sum eg meti liggja ímillum kr 500.000 og 1,5 milj pr ár. Hetta alt ímeðan Palliba og Marsanna ikki klára seg til dagin og vegin - uttan at frásiga sær nógv - ja í ár verða ongar jólagávur til abba og ommubørnini tíverri, - hesi boð mugu mong eldri við harmarødd geva. Tað er bara soleiðis. Tí ikki ber til at royta ein sum onkið hár hevur.
So er spurningurin, er tað veruliga satt, at politikkararnir fáa so nógva løn - og sjálvandi veit eg tað ikki upp á oyra - men eg veit at eg sjálvur sat sum eykamaður á tingi í 1988, um meg minnist rætt, fýra vóru fundirnir hjá mær sum eykamaður, og samsýningin fyri hesar fýra dagarnar var umleið tað sama sum kvinnurnar á Kósavirkinum fingu um mánaðin.
Eg spurdi á skrivstovuni um hetta var rætt - og svarið var JA.
Pensionistarnir
Jú, tað vóru ikki smávegis lyftir sum hesi fingu á hvørjum valfundi áðrenn seinasta val, pensiónin skuldi hækkast, skattafría grundupphæddin skuldi upp, og samhaldsfasti skuldi hækkast munandi, kringvarpsgjaldið og sjúkrakassin skuldi yvir skattin, osv osv, - men hvat bleiv nú úrslitið hjá pensionistum? Jú vit mugu bara ásanna, at politikkarnir halda júst hendan bólk fyri tað turra gjøldur. Á politiskum valfundum er hetta bólkurin, sum altíð fyrst verður lovaður eina størri upphædd, so tey kunnu fáa mannsømilig kor og fáa tað liviligt, MEN hetta eru lyftir sum ikki vera hildin, men tað sum verri er, hetta er eisini tann bólkurin av 6000 menniskjum, sum ALTÍÐ fyrst vera rakt, tá sparast skal, í hesum føri skulu 10 miljónir sparast frá hesum gomlu sum góvu alla sína orku og løgdu lunnar undir samfelagið, ein bólkur sum snøgt sagt verður ringast viðfarin av teim fólkavaldu.
Tað verður sagt, at ein skal hava virðing fyri Løgtingi og Landsstýri, og væl kann tað vera, øll hava tey so í hvussu er uppiborið ein jólapakka - innihaldandi eina Nissuhúgvu sum kann umbýtast í handlinum við eina nátthúgvu.
Kósavirkið – Maru Seafood og Føroya Banki
Í Klaksvík og á Eiði sovæl sum sunnanfjørðs er støðan ikki góð, onki arbeiðið á virkinum vegna fiskaloysi og fíggjarligt krakk um allan heimin, og grunnurin sum var stovnaður til at halda virkinum gangandi, noktar nú blankt fyri at hjálpa hesum virki - sum hann var stovnaður til. Ein sonn skandala, at nevndin ikki er sína uppgávu vaksin, sigur so mikið, at hon eigur at fáa fótin eitt vist stað beinanvegin - grunnurin hevur mergsogið og drenað Kósavirkið fyri 10 tals miljónir, ja helst langt oman fyri 100 miljónir, sum teir hava lánt útaftur, ja enntá til útlandið, alt ímeðan støðan her heima bara versnar. Tað er einki minni enn ein skandala - uttan at fáa ringa samvitsku - sigur grunnurin (stýrið) blankt nei til at hjálpa tí virkinum, sum peningurin var ætlaður til - ófatuligt.
Øll minnast vit til kreppuna í 90’unum, Kósavirkið rendi seg fast, og biði varð um hjálp úr m. a. Føroya banka upp á 1 miljón - svarið var eitt greitt nei. Tíbetur kom Norðoya Sparikassi virkinum til hjálpar tá, og hjólini fóru aftur at mala - úrslitið fyri bankan var - at fleiri løntakararnir á Kósavirkinum fluttu til Sparikassan, og hetti nívdi so fast hjá bankanum, at fólk vóru søgd úr starvi, - men hesi fólkini fingu arbeiði aftur í Sparikassanum.
Nú eru vit aftur í einari ringari støðu við Kósavirkinum - men Føroya Banki spælir framvegis hund við klaksvíkingum og norðoyingum, ongin hjálp at heinta. Skipini 2 eru í dag seld til Suðuroyar, og tillukku við tí suðuroyingar, tit hava eisini tørv á hjálp, bert spell at trupulleikin hjá tykkum verður fluttur til okkara. Landsins myndugleikar sova, teir bíða bara eftir skattainntøkum, men gera onki fyri at arbeiðarin kann forvinna til lívsins uppihald.
Tað munnu nú vera 25 ár síðani eg skippaði Føroya Banka, hann er onki verdur fyri okkum norðoyingar, og tí er ikki óhugsandi, at enn fleiri her norðuri - fara at flyta til Norðoya Sparikassa. Lokali sparikassin ger í øllum føri tað sum hann kann - men sparikassin er ikki banki, og hevur tí ikki so nógvan likviditet sum bankin, sum ikki vilja hjálpa - tíverri.
Heilsuverksóskilið!
Og so er tað Hans Pauli Strøm. Heilsuverkið, Klaksvíkar og Suðuroyðar sjúkrahús, - men tað lati eg liggja á hesum sinni, nú Klaksvíkar Sjúkrahús hevur boðað frá, at øll eru vælkomin har, á nátt sum á degi, fyri at søkja sær hjálp. So tillukku Klaksvíkar Sjúkrahús við avgerðini, nú er at standa fast um avgerðina, - tí mótstøða um hetta verður úr Havn, tað yvist eg onga løtu í.
Eg spyrji einaferð enn, veit nakar, hvar norðoyapolitikkarnir eru, eg hvørki síggi ella hoyri nakað til teirra - tá J v/Keldu sat á tingi, tá kundu vit fylgja við í blaðgreinum hansara, um ymiskt sum miðstaðarpolitikkarar ætlaðu at forpurra norðanfjørðs - men nú er deyðatøgn frá okkara fólkum, sjálvt tá týðandi mál fyri okkum norðoyingar eru á skránni.
Okkum tørvar ikki breyðpolitikkarar, sum koma upp at blása ein mánað fjórða hvørt ár áðrenn val, Nei, tað skal meira til enn so, skal útjaðaranum verða lív lagað.










