Er tú bangin skal tú ikki fara avstað

-Bangin? Eg veit ikki. Um ein er bangin, so skal man ikki fara avstað, men man lærir sjálvandi at vera varin og ikki taka kjansir, og lurta vit eftir, hvat verður givið av ráðum viðvíkjandi trygdini frá bæði milliterinum og politinum og væl verður ansað eftir okkum sigur Tommy Petersen, sum herfyri fór til Irak at byggja land

Útsendur


Samtíðis sum ein bumba fyri og onnur eftir brestir í Irak roynir einasti føroyingurin í landinum, Tommy Petersen at fáa fótafesti og gera sítt arbeiði til lítar í suðurirakiska milliónabýnum, Basra. Tommy kom til Irak fyri nøkrum vikum síðani og hevur síðani tá roynt at sæta sær í hesum fjarskotna og fremmanda býi. Tommy Petersen er biðin um at hjálpa til at byggja eina umsiting í Basra og økinum rundanum ? sum partur av royndunum at byggja landið upp aftur eftir kríggið og nógv ára einaræði.

Hóast landið er stórt og flestu terrorálopini á herfólk og sivil fara fram har norðuri í landinum, serstakliga í høvuðsstaðnum Bagdad, er ikki heilt friðaligt í Basra heldur. Herfyri varð ein bretskur hermaður skotin, og nú um dagarnar eisini ein danskur hermaður. Seinasta álvarsliga atsóknin í Irak varð annars framd móti ST-bygninginum í Bagdad týsdagin, har nógv doyðu og uppaftur fleiri vórðu særd.

Tað man neyvan vera hugaligt ella tespiligt at arbeiða í landi við so nógvum ófriði og spurdu vit Tommy Petersen, hvussu hann reagerar uppá slíka hending sum hana í Bagdad týsdagin! Hann var júst komin aftur av fundi hildin i einum av palassunum hjá Saddam Hussein, vakrir bygningar beint við Shatt al Aratt ánna, tá vit fingu orð á Tommy.

Skelkaður
-Eg giti, at vit øll her reagera sum tit fyrst og fremst. Ein er skelkaður, at fólk gera seg inn á altjóðastovn, ið er her fyri at hjálpa. Eftir míni meining er hetta eitt bakkast fyri irakiska fólkið í tess roynd at skapa eitt nýtt Irak. Annars ger tað væl, at ein hugsar um at vera varin yvirhøvur, men skal ein eisini hugsa um, at tey, sum slíkt fremja, velja sær mál, ið geva umtalu, og har eru vit helst ikki so áhugaverd, sum fólk, ið sita í Bagdad í sentralum størvum í sentralum stovnum. Vit arbeiða kanska eitt sindur tættari upp at vanliga fókinum og eru vit helst ikki so útsett.

-Hvat samband hevur tú annars við ST í Irak?

-Enn havi eg ikki havt so nógv við ST at gera, og fryktandi er fyri, at tey vilja trekkja seg út í stórum tali orsakað av hesum, og tað er spell, tí ST kundi givið eina stóra trúverdugheit til hetta projektið við síni altjóða bakgrund.

Annars hevur gingið væl, síðani Tommy Petersen kom til Irak. Tommy greiðir frá, at hansara yvirornaðu eru í CPA, sum í grundini er ein umsitingarligar stovnur, ið skal taka yvir frá milliterinum til at stuðla irakum at uppbyggja eitt demokratiskt og miðspjatt Irak. Hansara beinleiðis yvirordnaði er ein amerikanskur stjóri fyri regionspolitikk og ein breti, sum er stjóri fyri politisku og umsitingarligu menningina.


-Er tú ikki bangin fyri, at hendingarnar í Bagdad skjótt fara at flyta seg til Basra eisini?

-Tað er ringt at siga, um hendingarnar í Bagdad fara at flyta higar. Sjálvur haldi eg tað ikki, um vit saman við irakum her megna at vísa, at framstig eru fyri vanliga borgaran, hvat viðvíkir tí at fáa almennar tænastar at fungera.

Royna mørk av
Tommy sigur seg annars hava tað gott og heldur tað vera eitt spennandi arbeiði hann er farin undir. Men hví gjørdi hann av at fara avstað til hesa heldur óvanligu uppgávu!

-At fara var ikki tilætað, tí eg siti í góðum og avbjóðandi starvi í Oljumálaráðnum, OMR, men hinvegin hildu bæði eg og kona mín, at hetta var tilboð, sum ein vanliga ikki fær tvær ferðir í lívinum, tí støðan í Irak er so sermerkt og harvið avbjóðandi bæði fakliga og á tí persónliga planinum. Nakad við at avprøva mørk haldi eg. Og í so máta eri eg ikki vónsvikin.

-Er hugur tín meira til at arbeiða úti enn heima?

-Nei , soleiðis kann ein ikki seta tað upp. Men eg haldi, at ein hvør onkuntíð skuldi fingið og tikið kjansin at arbeiða í øðrum londum, í altjóða høpi fyri harvið at fáa íblástur frá øðrum kulturum og her hugsi bæði um tað fakliga og um persónliga menning. Tá ið tú býr og arbeiðir í einum lítlum samfelag sum tí føroyska er tað umráðandi at síggja seg sjálvan og tað dagliga arbeiði uttanífrá. Tað at arbeiða og liva undir øðrum umstøðum setir spurningar til tín, sum eftir mína meining eru neyðugar fyri persónliga og fakliga menning. Eisini setir tað gerandisdagsins problemir í eitt annað perspektiv og tú fær eyguni upp fyri, hvussu væl fyri vit eru í Vesturheiminum og serliga í Føroyum.

-Hvat kanst tú haraftrat læra av hesum?

-Eg haldi, at tú kann ikki umganga at læra okkurt nýtt bæði um títt fak, men eisini um teg sjálvan, tá ið tú verður plaseraður mitt í eini rúgvu av vælkvalifiseraðum fólki úr øllum heiminum. Samstundis fær tú roynt at arbeiða við eini uppgávu, har alt uppá ein máta verður vent við, tí byrjað verður eftir eina krígsstøðu, har spurningarnir í fyrstani sýnast at verða fleiri enn svarini.

-Hvat kanst tú geva irakum og einum so fremmandum fólki og landi?

-Eg vóni , at eg kann verða við at introdusera fyri irakisku umsitingini prinsippini um opinheit og gjøgnumskygni í umsitingini, nakað, sum er rættiliga ókent í londum við einaræðisstýri og síðani eisini at stuðla embætisverkið her til í størri mun at taka sjálvstøðugar og hervið desentralar avgerðir, nakað, sum er heldur óvanligt í einum landi sum Irak, tí tað hevur verið so sentraltstýrt úr Bagdad. Hetta skuldi so verið ein liður í , at umsitingin byrjar í størri mun at lata tænastu til fólkið heldur enn at kontrollera tað. Og ta ið tú sigur, at tað er so fremmant bæði fólk og staðið, so eru mínar royndir, at tá ið tú skavar eitt sindur í yvirflatuni, so er meira sum savnar enn skilir.

-Hvussu var annars at koma til Basra herfyri úr Føroyum?

-Tað var heitt!! Sera heitt. Vit hava smílst eftir yvirskriftum í europeiskum bløðum, ið tosa um hitabylgju. Vit hava havt dagar við 50-55 hitastigum, tó at vit nú eru niðri á umleið 47 stigum. Samstundis er alt turt og støvutt av hitanum og tú undraðist yvir, hvussu slættur hesin partur av landinum er.

Uppgávur
Hvørjar eru so uppgávunar hjá Tommy!

Hann skal vera við til at stuðla bæði útlendsku fyribils umsitingini CPA (Coalition Proviosional Authority) og ta irakisku umsitingini í at yvirtaka nýggjar desentralar leiklutir, og er tað eitt veruligt konseptskifti fyri irakar. Síðani skal hann annars átaka sær tað, sum skal gerast fyri at fáa samfelagið at fungera. Tommy sigur, at orsakað av útskifting og feriu hjá fólki, longu dagin eftir hann kom til Basra, mátti hann átaka sær starvið sum stjóri í direktoratinum fyri politiskar spurningar, til verandi stjóri kemur aftur um nakrar vikur.

Hvørjum arbeiðir Tommy tá saman við?

-Í teimum báðum kontórunum eg arbeiði í nú eru irakar, italienarar, bretar, amerikanarar og hálendingar, tað eru hernaðarfólk eins væl og sivilfolk og hava tey fakligar royndir á nógvum økjum.

Hvussu tá við egnu bústaðviðurskiftunum í fyrr krígsherðjaða býnum spurdu vit Tommy!

-Av trygdarávum og øðrum praktiskum orsøkum liva vit eitt slag av kasernutilveru í sama bygningi, har vit arbeiða og búgvi eg saman við politiovastanum í Keypmannahavn og tveimum av hansara monnum, í einum kamari, so tað er næstan sum at vera soldátur aftur. Og verður alt latið okkum her, mat og klædnavask, m.a. tí vit av trygdarávum ikki hava havt møguleika fyri at fara út at royna okkum í býnum og síggja hann. So irakiska køkin hava vit ikki enn roynt. Men tad verður vónandi betri, ta ið alt kemur meira í rættlag.

Langir dagar
-Hvussu sær arbeiðsdagurin út?

-Vit arbeiða frá kl. 8 á morgni og til kl. 6-7 á kvldi 7 sjey dagar um vikuna.Vit møta irakum ella útlendingum frá ymsum kontórum at loysa dagsins mál, t.d. at skaffa fígging til hetta og hatta, og hava vit verið á tveimum túrum til nøkur øki/district uttan fyri Basra at gera líknandi arbeiði. Har fekk eg høvi at síggja onnur landsløg, m.a. the Marshlands, sum Saddam gjørdi nógv fyri at oyðileggja. Eitt sera vakurt og fruktargott øki. Eisini var høvi til at tosa við aðrar irakar enn teir, sum her arbeiða og var sostætt høvi at hoyra aðrar meiningar.

-Var hetta nógv øðrvísi enn tú hevði ímyndað tær?

-Ja, men tað eru mínar royndir, at soleiðis er altíð, tá ið tú fer til nakað nýtt, men tað er nakað heilt spesielt at arbeiða í einum multikulturellum umhvørvi, har alt er ávirkað av tí milliteru set-up og trydgarstøðuni.

-Hvussu er skilið í Basra?

-Støðan er sjálvandi merkt av, at vit eru í einum sokallaðum post- war støðu, at vatn- og streymskipanin hevur fingið skaða og at tað hendir samstundis, sum vit hava heitastu tíðina av árinum, og hevur hetta gjørt, at nakað av ófriði hevur verið her teir dagarnar eg havi verið í býnum, men nú sær út til at batna á fleiri umráðum.

-Hvat sigur tú til aftinningarnar móti bæði amerkanum og bretum?

-Tað er ringt at meta um eftir fáum døgum, men tað er ein sannroynd, at tað altíð er trupult at koma uttanífrá, og at tað er trupult hjá irakum at liva við tí, men arbeiða bædi USA, Bretland og ST uppá at fáa mest møguligt virksemi yvir í ST-regi, men tekur tað helst nakað av tíð, áðrenn so verður. Hendingin á ST-borgini í Bagdag kemur tí sera illa við.

-Hvat heldur tú vera størsta trupulleikan í løtuni?

-Har kundi verið nevnt nógv, men at bøta um trygdarstøðuna er umráðandi so bæði irakar og vit kunnu flyta okkum frítt til tess at tryggja fólki tað teimum tørva og geva teimum møguleika at byggja landið upp aftur fysiskt eins væl og politiskt.

Væl móttikin
-Hvussu er tú móttikin?

-Fólk hava har, sum eg havi verið, verið blíð og løtt at tosa við og nógvastaðni er tað týðuligt, at tú hóast komandi uttanífrá, er vælkomin.

-Kenna tey nakað til Føroyar og tann part av heiminum hagani tú kemur?

-Nei, ikki kann sigast, at fólk her kenna til Føroyar, men eg geri mítt besta at forklára, at vit eru til sum tjóð.
-Nær kemur tú heim aftur?

-Í slíkum arbeiði veit tú ikki altíð, hvussu verður í morgin og nógv er ein spurningur um sjálva trygdina, men eg havi so sáttmála við danska uttanríkismalaráðið til einaferð í februar 2004, men fari eg at hava einar tvær stytri feriur við familjuni onkustaðni.

At enda spurdu vit Tommy, um hann ikki oftani er bangin?

-Bangin? Eg veit ikki. Um ein er bangin, so skal man ikki fara avstað, men man lærir sjálvandi at vera varin og ikki taka kjansir, og lurta vit eftir, hvat verður givið av ráðum viðvíkjandi trygdini frá milliterinum og politinum og væl ansa tey eftir okkum.

Annars vil eg nýta høvi at senda eina heilsu til vinir og kenningar í Føroyum og siga, at væl veit við endar Tommy Petersen, sum ber heitið "Senior Regional Civil Affairs Officer" úr Basrah í suðurirak.