Juli plagar at vera okkara besti mánaður til veður. Tað er nú, vit plaga at kunna nýta okkara mest summarsligu klæði og njóta náttúruna. Men tað verður so ikki reiðiliga enn. Tí sambært veðurforsøgnunum skulu vit fyrst ígjøgnum nakrar dagar av stormi.
Tað eru tvey lágtrýst, sum elva til keðiliga og sera ósummarsliga veðrið.
Seinnapartin í morgin sigur hann skrið ella storm og regn.
Mikudagin verður eingin bati, tí tá verður somuleiðis skrið ella stormur.
Vit kunnu tó ugga okkum við, at tað tá verður ælingur heldur enn regn. Hósdagin til leygardagin verður eitt sindur frægari, hóast tað eisini verður nógvur vindur –heilt upp í hvassan vind, sum er 17 metur um sekundið.
Petur Skeel, sum er verðurmaður í Miðlahúsinum, sigur hetta vera sera óvanligt.
- Henda tíðin plagar at vera tann besta til veður, men her er bara stormur fyri framman nú.
Vit kunnu heldur ikki gleða okkum til nakran serligan hita, tí 14 stig verður helst hámarkið.










