Er Strandferðslan ein professionellur stovnur?

Eg var við Smyrli túrin av Tvøroyri kl 15:30 í dag 26/11. Tað var nógvur vindur av útsynningi og vestri. Komin í Nolsoyðarfjørð varð lagt stilt, tí líkindi vóru ikki at fara á Havnina. Tá vit høvdu ligið í Nolsoyðarfirði í einar 2 tímar fóru vit suður aftur á Tvøroyri.

 Tey ferðandi ið skuldi við flúgvaranum, og tey í skuldu á sjúkrahús,  sluppu í land við sleipibátinum hjá skipasmiðjuni. Sleipibáturin sigldi 2 túrar so bert 12 passaserar slupu í land, sjálvt um tað vóru fleiri ið vildu nýta henda møguleika, onkur skuldi til arbeiðis og onnur høvdu átrokandi  ørindi í Havn.
 
 
 
Eg kann gott góðtaka at Smyril ikki fór á Havnina í teimum líkindum sum  vóru í kvøld, men eg kann ikki góðtaka at onki alternativ var til Havnina, ei heldur kann eg góðtaka at bert ein partur av passaserunum sluppu í land. (Eg meti at í alt vóru einir 40 passaserar við Smyrli í kvøld).
 
Havast skal eisini í huga at hetta er ikki fyrstu ferð hetta er komið fyri síðan Smyril fekk maskinbrek, og verður neyvan síðstu ferð, veturin er illa nokk byrjaður.
 
 
 
Um, leiðslan á Strandferðsluni, saman við skiparunum á Smyrli, hava tosað saman, lagt eina ætlan, eina sokallaða plan B, sum skuldi verið nýtt í  slíkum førum, soleiðis at tað ikki kom sum eitt yvirraskilsi hvørjaferð  havnin í Havn ikki kann nýtast, so er hetta ikki gjørt gott nokk.

 
Um tað ikki eru líkindi at fara á Havnina, so hava vit Kollafjørd, Runavík, ella Klaksvík.
 
Tað kann eisini hugsast at onkur minni tillaging á nevndu atløgupláss  skal til, so sum undirløg/plankar í rampuna á Runavík. Hetta eru øll ting, sum hædd kann takast fyri við góðari planlegging.
 
Tað at ferga fólk inn á Havnina er eisini ein alternativ loysn, men í hesum førinum vóru tað kanska einir 20 passaserar ið høvdu tørv á at nýtt møguleikan, men bert 12 sluppu við, um hesin møguleikin hevði havt verði  tikin við í eina plan B, so hevði man t.d. kunna nýtt fleiri bátar.
 
 
 
Tað at tann mittasti dagligi túrurin suður og norður verður avlýstur av veðri kan eg eisini góðtaka, men at hesin túrurin í kvøld ikki verður sigldur, les, at fólki ikki sleppur í land norðanfjørðs, orsakað av, í míni, verð vánaligari planlegging, havi eg ringt við at góðtaka.
 
SSL umsitur eisini bussleiðina so tað skuldi verið so upplagt at  arrangera transport í samband við Smyril, um hann ikki legði at í Havn.
 
 
 
Í sambandi við broytingar og avlýsingar hjá SSL, verður orðið  trygd  ofta nýtt. SJÁLVANDI skal trygdin altíð verða í lagi. Men man skal ansa eftir at tað ikki kemur inflatión í hetta orð, tað er so nemt at enda alla komunikatión við at trygdin skal verða í lagi, tí so tiga øll!
 
 
 
Alt hetta eru ting sum eitt professionelt firma anno 2013 eigur at taka  hædd fyri, soleiðis at man hevur alternativar møguleikar at taka til  tá á stendur.