Seinastu árini eru fleiri røktarpláss komin til okkara eldru. Tó er langt eftir á mál. Vit sum dagliga starvast innan økið vita, at tørvurin er stórur. Tað mangla hundraðtalspláss kring landið. Samstundis er fleiri staðir stórur tørvur á meiri heimahjálp at taka sær av røktarkrevjandi fólki, sum framvegis býr heima.
Tað er neyðugt at hesi viðurskifti verða fingin uppá pláss sum skjótast. Men skjótt merkir í fleiri førum - tá talan er um slíkt umráði – relativt langa tíð, tí í fleiri førum er neyðugt við langtíðarætlan. At gera hesi pláss merkir útreiðslur uppá 300 – 400 milliónir krónur – umframt rakstur.
Nú sita vit føroyingar ið eini sjálvgjørdari og sera truplari støðu. Fleiri loysingarflokkar kvettu 1/3 av ríkisveitingini burtur . Vit hava higartil mist umleið 3000 milliónir krónur. Vit hava eitt hall á fíggjarlógini uppá uml 500 milliónir krónur – og okkum tørvar stórar upphæddir til at taka okkum av hesum bleytu økjum – eins og fleiri øðrum økjum. Og vit hoyra í dag nógv tos um “strukturhall”.
Skeiva avgerðin tá ger, at vit nú eins og komandi árini hava ein heilt óneyðugan trupulleika- nevniliga at okkum tørvar pening til at útbyggja okkara samfelag á at kalla øllum økjum.
Um vit skulu útbyggja okkara samfelag, meti eg soleiðis sum støðan er í dag, at rættast hevði verið at bøtt um skeivu avgerðina, ið varð gjørd fyri árum síðani - um tað letur seg gera.