– Vit kundu gott farið undir eina roynd, har vit styttu arbeiðstíðina á nøkrum arbeiðsplássum. Tað heldur Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin.
Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum um at stytta arbeiðsvikuna. Í løtuni hava vit 40 tíma arbeiðsviku í Føroyum, men Javnaðarflokkurin skjýtur upp, at vit skulu stytta hana niður í 37 tímar upp á nøkur ár.
Erhard Joensen heldur ikki, at tað er á øllum arbeiðsplássum at tað letur seg gera at stytta arbeiðstíðina. Men hann heldur, at hetta kann verða ein gongd leið á summum arbeiðsplássum.
Og hann er við upp á, at vit gera eina roynd, har vit velja nøkur arbeiðspláss burtur úr og lata starvsfólkini har fáa 37 tíma arbeiðsviku, ella at lata tey arbeiða fýra dagar um vikuna.
Endamálið við tí skal vera at skráseta, hvørja ávirkan tað fer á avrikið á arbeiðsplássinum, ella á efektivitetin, og hvørja ávirkan tað fær á heilsustøðuna hjá starvsfólkinum.
Hann veit um arbeiðspláss í útlondum, har slíkar royndir eru gjørdar og har úrslitið var, at samanumtikið kom rættiliga nógv meiri burtur úr arbeiðnum, umframt at starvsfólkini fingu tað betur, vóru minni strongd, og annað.
Hann veit eisini um arbeiðspláss uttanlands, har tey hava sett arbeiðsvikuna niður í 30 tímar, men tað vísti seg, at effektiviteturin vaks so nógv, at tað var vinningur í tí.
Hann er ikki við upp á at stytta arbeiðsvikuna sum heild, men hann er við upp á at kanna, hvørja ávirkan tað fær at stytta arbeiðsvikuna onkustaðni niður í 37 tímar, og onkra aðrastaðni niður í fýra dagar arbeiðsviku.
– Tað er skjótt at rokna, hvat hetta hevði kostað, men verður effektiviteturin størri enn kostnaðurin, er tað nakað, sum loysir seg, sigur Erhard Joensen.
Annars fekk uppskotið frá Javnaðarflokkinum ikki nakra serliga undirtøku frá samgonguni, men nú verður tað viðgjørt nágreiniligari.