Tá ein hyggur aftur á tíðina, hvussu tónleikurin hevur fingið betri gróðrarbotn hesi seinastu 30 árini, og latið er upp fyri stóru menningini, ið er at hoyra innan føroyska tónleikin, er tað við stórum takksemi ein minnist aftur á tey, sum góvu okkum møguleikan.
Vit vóru í eini samtíð, har stórar rembingar vóru á tónleikaliga økinum – afturi í seksti- og sjeytiárunum – og tískil kundi tað ikki umgangast, at hetta rákið eisini koma at hava stóra ávirkan á tónleikalívið í samkomunum.
Stóra broytingin
Stóru broytingarnar setti sinnið í kók hjá mongum, tí nóg gott var við eini harmoniku, urgu, klaveri ella kassaguitara, men nú skuldu forstyrkjarar, trummur og annað inn í samkomurnar.
Tað komu nógvir góðir tónleikabólkar fram eftir Beatles-tíðina í sekstiárunum, og tann gongdin hevði eisini sína ávirkan á tónleikalívið í samkomunum, sum fyri nógv tóktist rættiliga “provokerandi”.
Fordómarnir
Slagið av tónleiki byrjaði við lættari country, men fór, sum fráleið, yvir í ein meira rock-kendan stíl, og kann eg í tí sambandi til stuttleika nevna, at onkur meinti hetta vera av tí ónda – enntá nevndi onkur, undan einari av framførslunum, at tað allarhelst búði okkurt ónt í trummunum.
Tíbetur, eru tað ikki so nógvir av slíkum fordómum longur, og ivist eg onga løtu í, at varð givið eftir fyri slíkum, høvdu vit ikki sæð tey frambrot, sum eru hend hesi seinastu árini.
Nú á døgum er tað heldur blivið eitt krav, at tónleikurin skal verða av tí rock-kenda slagnum, og er tað ein av stóru broytingunum innan andaliga tónleikin.
Mær vitandi, var fyrsti andaligi rockbólkurin Te Deum, sum vit beiggjarnir vóru limir í afturi í sjeytiárunum, og kann eg serliga minnast á eina konsert á Læraraskúlanum, tá Eli Andrésen, sáli, sang lagið “Tá Móses við Guðs fólki úr Egyptalandi fór....” í útstrektum rock-stíli.
Bólkurin – Samsint
Andaligi rocktónleikurin fekk eina nýggja vend, tá Samsint kom á banan við síni fløgu í 1989. Tá varð eitt nýtt kapittul skrivað í andaligu rocksøguni, tí útgávur eru komnar á marknaðin, sum allarhelst hava fingið sín íblástur haðani – t.d. bólkurin I AM.
Framkomna tøknin
Tøknin er rættiliga nógv framkomin hesi seinastu árini, og hevur hetta eisini víst seg aftur innan tónleikaarbeiðið.
Eg kann minnast frá upptøku, eg var við at gera, hvussu trupult tað var, tí tøknin ikki gjørdi tað møguligt, sum er ein sjálvfylgja nú á døgum.
Tó, eri eg av teirri áskoðan, at tað ikki skal gerast ov nógv við tekniskt tilgjørdan tónleik – tað skal vera tað einstaka persónliga avrikið, sum skal skína ígjøgnum, og tey fara vit at síggja fleiri av.
Festivalarnir
Fyri nøkrum árum síðani varð sett gongd á tónleikafestivalar her á landi og var tað sera gleðiligt, at samkoman Keldan tók stig til Fjarðafestivalin, sum ivaleyst hevur givið andaliga tónleikinum góðan íblástur.
Framtíðin er bjørt
Tað er stuttligt, at hava verið við í hesi mongu árini, og sæð ta fantastisku menning, sum føroyskur tónleikur er farin ígjøgnum. Ikki bara innan andaliga tónleikin eru hend stór frambrot, men ein kann líkasum hava kensluna av, at alt føroyskt tónleikalív hevur lagt seg eftir, at fáa tað besta fram – til gleði fyri okkum ØLL.
Mín áheitan er, enn einaferð, á politiska myndugleikan at skapa enn betri fíggjarligar- og rúmligar karmar, so tónleikurin kann mennast enn meira.
Góðan Fjarðafestival!










