Niels Midjord
Við jøvnum millumbilum hevur verið kjak í fjølmiðlunum um børn við serligum tørvi og um stovnar til hesi børn. Tað tykist sum evnið hevur stóran áhuga millum fólk og hugaligt er, at tað skal liggja almenninginum á sinni, at hesi børnini ikki detta niður ímillum. Síðstu tíðina hava vit eisini frætt um fleiri nýggjar stovnar, sum eru í umbúna og um til ber at taka hetta undir einum, so er talan um eitt streymskifti í føroyskum pedagogiskum arbeiði og í metanini av tí gagnliga í serstovnum.
Tað er ikki so langt síðan at vanliga mannagongdin var, at tey menningartarnaðu vóru send á stovnar niðri. Hetta var hart fyri foreldrini og fammiljuna, men tey gjørdu tað í teirri trúgv, at hetta var best fyri barnið, tí har tað kom, høvdu tey besta førleikan at taka sær av barninum.
Men so vendi rákið. Fólk fóru at ivast í, um tað var rætt at institutionalisera brekini og líkasum goyma tey burtur. Høvdu ikki øll sama rætt til samfelagið? Og var tað ikki betur, heldur enn at arbeiða fram ímóti einum streymlinjaðum samfelag fyri vinnarar, at arbeiða fram ímóti einum bleytari samfelag, har eisini varð rúm fyri teimum minni mentu? Felagið Javni varð stovnað og fekk í lag, at tey menningartarnaðu kundu koma heim aftur. Í ´80-unum fóru skúlafólk at tosa um, um ikki fólkaskúlin eisini átti at vera fyri øll? Nakað aftaná er tað, at Skúlin á Trøðni verður yvirtikin, og lagnan hjá honum kann kanska eina best lýsa, hvat síðani hendi.
Síðan Skúlin á Trøðni varð yvirtikin hevur hann verið niðurtrappaður við náttúrligari frágongd og verður tað enn, soleiðis at tá íð ein lærari við serútbúgving er farin frá fyri aldur, er starvið niðurlagt og ongin settur í staðin. Hetta hevur verið gjørt, tí rákið tá var, at fólkaskúlin skuldi vera fyri øll og at tíðin fyri serskúlum var farin.
Tankin er vakur og góður á mangan hátt. Tað er gott fyri foreldrini og fammiljuna og fyri tann menningartarnaða sjálvan, at hann kann vera verðandi í nærumhvørvinum, floksfelagarnir hjá honum læra tolsemi og fyrilit, og sjálvur lærir hann eftir førimuni at taka eftir tí, sum floksfelagarnir gera. Í flestu førum gongur eisini væl fyrstu árini, men so verður munurin ov stórur. Tað er ikki tað, at floksfelagarnir ikki eru góðir við tann menningartarnaða, men tað er sum við eldri og yngri syskjum. Tey eldru tíma ikki at hava tey yngru við, tí tey eru á einum øðrum menningarstigi, og úrslitið verður, at tann menningartarnaði verður einsamallur.
Eisini setur hetta, at skúlin skal vera fyri øll, stór krøv til fólkaskúlan og sum ikki hava samsvara við ta fíggjarligu orku, sum skúlin hevur fingið, og so er tað ringt at uppbyggja ein fakligan førleika á økinum, tá íð so langt er ímillum næmingarnar. Úrslitið verður, at fólkaskúlin í mongum førum ikki hevur sett seg føran fyri at taka sær av hesum næmingunum, sum so eru falnir aftur á Skúlan á Trøðni ella Skúlan á Sernámsdeplinum, sum hann nú hevur verið kallaður.
Her uppliva tey í flestu førum, at tann menningartarnaði blómar upp, tí knappliga kemur hann í ein flokk við javngomlum næmingum, sum eru á sama menningarstigi, sum hann sjálvur og sum hann kann samskifta við á jøvnum føti. Hetta gevur honum sjálvsálit og tryggleika, og ger hann meira sjálvstøðugan, soleiðis at skilja, at nýggju vinirnir og tað, tann menningartarnaði hevur saman við teimum, fer at draga meira, enn nærumhvørvið ger.
Men hendan gongdin hevur líka sum kolvelt Skúlan á Sernámsdeplinum. Frá at vera ein serskúli fyri deyv og lesiveik er hann vorðin ein skúli, sum skal taka sær av teimum næmingunum, íð ikki passa til rammur fólkaskúlans, og sum fólkaskúlin tí vísir frá sær.
Har eru fjølbrekaðir næmingar, sum kunnu veraða so veikir, at teir doyggja ímillum hendurnae á tær. Tey fýra árini, eg var har, doyðu tveir av mínum næmingum, ikki í skúlanum tíbetur, men tað kundu teir líka so gjarna. Tori at siga, at deildin fyri fjølbreka hjá Skúlanum á Sernámsdeplinum ikki smæðist burtur ímillum, hvørki tá íð samanborið verður við tilsvarandi deildir her á landi ella í grannalondunum, og kortini fóru hjálparfólkini á deildini, sum hava arbeitt har í fleiri ár og sum alla tíðina hava tikið tað tunga takið, 30 % niður í løn 01.08.2005.
Har eru næmingar, sum, tá íð teir koma í affekt, kunnu verða til skaða fyri seg sjálvar og onnur,. Har eru næmingar, sum hava so lítil bindindi og órógvast so lætt, at teir kunnu mala alt upp í ein ellibita eftir lítlari løtu, og har eru næmingar, sum eru so sárbarir og hjálparleysir, at teir skjótt kunnu leiða seg sjálvar í óføri, um tú missur teir úr eygsjón.
Tað er kanska ikki so heppi, at savna øll hesi ymisku fólkini á einum staði. Serstakliga tey atferðartuplu viga tungt, og her verða tey menningartarnaðu ofta løtt offur. Haldi sjálvur, at tað átti at verði ein lógarfest normering til atferðartruplar næmingar, tí missir ein tamarhaldið á einum slíkum næmingi, kann hann spilla so nógv, bæði fyri seg sjálvan, fyri floksfelagarnar og fyri allan skúlan.
Men tað eru eisini fyrimunir við hesum at so ymisk børn eru á sama skúla, um ikki á somu deild. T.d eru allir næmingarnir góðir við tey fjølbrekaðu, og tá íð tú sært, hvussu glaður og stoltur tann ringasti "banditturin" verður av at gera einum fjølbrekaðum ein beina, fært tú eina heilt aðra fatan av næminginum og ein nýggjan innfalsvinkul til hansara, sum kann bera ávøkst.
Á skúlanum ræður ein fjálgur og hjartaligur andi. Sum fær næmingar og lærarar at trívast. Flestu lærararnir hava verið á stovninum í mong ár, væl at merkja, teir sum eru falnir til, tí tað eru ikki øll, sum trívast í hesum arbeiðinum, og hesi falla vanliga ógvuliga skjótt frá. Dømi er um, at lærari hevur verið settur á Skúlanum á Sernámsdeplinum í ein dag.
Hví hesin góði andin ræður, er ilt at siga. Kanska er tað tað, at næmingarnir uppliva, at teir eru komnir á eitt stað, har tað er normalt at vera ørvísi enn hini, og at hetta gevur teimum ein opinleika og ein spontanitet, sum smittar av á lærararnar. Kanska eru tað tær ekstremu støðurnar, sum kunnu stinga seg upp og sum tá noyða lærararnar at arbeiða tætt saman, sum eru orsøkin.
Og kortini er tað mangan stravið og stressandi, bæði fyri næmingar og lærarar. Lærararnir fáa somu reduktiónina fyri serundirvísing , sum lærarar í fólkaskúlanum fáa, men av tí at øll undirvísingin her er serundirvísing, hava teir ein styttri arbeiðsdag enn arbeiðsfelagarnir í fólkaskúlanum, kortini velja nógvir at arbeiða niðursetta tíð, eisini nógvu sjúkradagarnir millum lærararnar á stovninum bera boð um, at trýstið á lærararnar er vorðið ov stórt, men ráðini hava ikki verið til ein sjúkravikar.
Hugaligt er at hoyra um nýggju stovnarnar, sum eru í umbúna, men í hesum sparitíðum hugsi eg, at tað fekst meira fyri peningin og at tað hevði verið fult so gott fyri næmingarnar, um myndugleikarnir høvdu verið eitt sindur betri við teir stovnarnar, sum eru, soleiðis at hesir kundu fingið møgulleikar at ment seg; men tað verður kanska næsta stigið, nú pædagogiska rákið eftir øllum at døma er við at venda.