Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum
----
Hesin spurningur varð av røttum settur í gjár á kjakfundi í Miðlahúsinum um rættindi teirra brekaðu til tænastur Kringvarpsins. Á fundinum sum Ráðið fyri Brekað skipaði fyri, varð ljós varpað á nógv áhugaverd viðurskifti. Við talandi dømum varð greitt frá, hvussu fáar av tænastum Kringvarpsins mong teirra, ið bera brek, fáa nyttu av. Til dømis vistu tey deyvu ikki av, at eitt heilsuskaðiligt øskuskýggj rak inn yvir Føroyar, tá ið Eyjafalljøkul fór at goysa. Ikki fyrr enn dagin eftir, tá ið tey sóu tíðindini teknmálstulkað.
Nógvir møguleikar at betra tænastuna til øll
Tey deyvu og hoyriveiku halda, at alt ov fáar føroyskar sendingar verða tekstaðar og teknmálstulkaðar – og rætt er tað. Og útvarpssendingar er afturlatið land. Tað varð gjørt vart við, at tey mennningartarnaðu onga sendiflatu eiga yvirhøvur, hóast tað er av eins stórum týdningi fyri tey, dagliga at fylgja við bæði tíðindum, og øðrum sendingum, ið seta dagsskránna í almenna orðaskiftinum. Víst varð á, at heimasíða, tekstvarp og miðlasavn Kringvarpsins kundu verið framúr tænastur - eisini fyri tey brekaðu, og at onnur framkomin tøkni kundi gjørt atkomuna munandi betri.
Skal sparast, má tað raka øll líka
Kringvarpsleiðslan gjørdi vart við, at alt ov lítil fíggjarorka er til taks til hesar tænastur. Eisini tað er rætt, tað vita vit øll.
Til hesa seinastu staðfesting er kortini bert at siga, at í tí fíggjarkarmi, sum Kringvarpið til eina og hvørja tíð hevur at ráða yvir, skal rúm vera fyri tænastum til borgarar, ið bera brek. Tað er jú endamálið við “Public service “, sum merkir almenn tænasta, at tænastan røkkur øllum bólkum – eisini teimum, sum av ymsum ávum ikki hava somu atkomu til almennu fjølmiðlarnar, sum tey flestu.
So má annað niðurraðfestast, um tað ikki ber til at hækka inntøkur Kringvarpsins á annan hátt. Vit hava upplivað dømi um, at Kringvarpið ætlaði at spara deyvatulking burtur, tá ið neyðugt var at spara. Tað má ikki endurtaka seg. Skal sparast, so má tað raka øll líka.
Í løtuni liggur eitt lógaruppskot í Løgtinginum, sum m.a. skal bøta um inntøkur Kringvarpsins. Um vit ætla, at eisini tey førleikaskerdu, og tey ið bera brek, skulu gjalda Kringvarpsgjald við gleði – so er uppftur meira neyðugt, at eisini tey fáa nyttu av kringvarpstænastunum. Og tað er ætlanin. Eisini tí er átroðkandi, at lógaruppskotið verður samtykt.
Tey brekaðu sess í Kringvarpsstýrið
Nú sjóneykan varð sett á umstøður teirra brekaðu í mun til almenna upplýsing og Kringvarpstænastur yvirhøvur, fari eg at kanna møguleikan fyri at broyta kringvarpslógina, so at annaðhvørt Ráðið fyri Brekað ella Meginfelag teirra Brekaðu fær umboðan í stýrinum fyri Kringvarpið. Á tann hátt kundu vit tryggjað, at eisini teirra áhugamál verða ein nattúrligur partur av dagligu fyrisitingini av Kringvarpinum.
Eg fari at takka fyri høvið at luttaka á hesum kjakfundi. Tað var ein ógvuliga læruríkur fundur.