Er pláss fyri mær?

Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna Javnaðarflokkurin
-----

Soleiðis hugsa óiva nógv ung í hesum døgum. Arbeiðsloysið tykist at hava bitið seg fast og stendur framhaldandi í stað. Tað kan verða ein av orsøkunum til, at so nógv ung hava søkt inn á miðnám í ár. Spurningurin er, um politiski myndugleikin hevur sett sær fyri at øll, ið eru skikkað at fara í holt við tað útbúgving ið tey hava søkt inná, fara at fáa játtandi svar.

Nøkur hava lógartryggjaðan rætt
Í verðandi skipan er tað lógarfest, at allir skikkaðir næmingar skulu takast upp. Hesin rættur er tryggjaður øllum ið søkja inn á student, men er ikki tryggjaður teimum, ið søkja inn á tær yrkisgymnasialu útbúgvingarnar. Vóni ikki at hesin mismunur ferð at viðføra, at næmingar í stórum talið verða avvístir á yrkisskúlunum, fyri at tað fíggjarliga skal bera til at halda lógarkravið á studentaskúlunum.

Kostar pening at lata verða
Tað kann ikki vera rætt, at vit sum samfelag sleppa einum hópi av ungum fólki uppá fjall, við tí grundgeving, at vit skulu spara. Tað kostar sjálvandi pening at tryggja øllum upptøku, men hava vit ráð at lata vera. Onki er so ringt, sum at fólk ganga fyri onki umframt, at tað kostar samfelagnum dýrt í longdini. Vit hava ikki ráð at lata tað dýrabara tilfongi, ið okkara ungdómur er, at fara fyri skeytið.

Nýggj gymnasial skipan tryggjar øllum rætt til upptøku
Sambært nýggju gymnasialu skipanini, ið eftir ætlan kemur í gildi í august 2013, verður lógartryggjaða kravið um upptøku galdandi fyri allar gymnasialar útbúgvingar. Hetta átti eisini at verið nøktandi orsøk til, at tað er burturvið ikki at brúka hesa áseting í ár.

Tryggja at ongin dettur niðurímillum
Alt gott um, at øll ung fáa lógartryggjaðan rætt til gymnasialu útbúgvingarnar, men vit eiga ikki at steðga her. Hesin lógartryggjaði rættur eigur at verða víðkaður, so hann er galdandi fyri allar miðnámsútbúgvingar. Vit mugu seta størri fokus á tey, ið eru bókliga veik, hava lesitrupuleikar ella aðrar avbjóðingar. Tað er ikki rætt at hesin bólkur av ungum skal hava verri sømdir, enn tey, ið klára upptøkutreytirnar til gymnasialu útbúgvingarnar. Vit eiga at lofta hesum bólkinum og ikki útihýsa honum, men geva honum møguleikar at menna sínar førleikar, á jøvnum fóti við øll onnur.

Játtið neyðuga peningin
Mín áheitan á sitandi samgongu skal verða, at hon raðfestir okkara ungdóm, og um neyðugt, vendir sær til fíggjarnevndina so neyðugi peningurin kann játtast. Ikki bert fyri at tryggja øllum upptøku til gymnasialu útbúgvingarnar, men fyri at tryggja øllum upptøku á øllum miðnámsútbúgvingunum. Trúgvi ikki, at løgtingið, um tað fær møguleikan, ferð at venda parti av okkara ungdómi bakið.