Er nýskipanaruppskot sambandsfloksins ávegis?

Hergeir Nielsen


Ein størri politiskur sjónleikur er á palli, og samgongumenn kappast um at manna leiklutir sínar.
Ein jarðbundin floksformaður í sambandsflokkin-um vil vera við, at higartil er ikki eitt komma broytt í lóggávuni millum ríkispartarnar, meðan ein meira loftborin javnaðarmaður lovprísar løgmanni og hansara samráðingarevnum.
Teir tigandi - tað eru teir sum stýra samfelagnum - hava vit ikki hoyrt so nógv til.
Men vit fara fara veruliga at vóna, at teir koma at flyta okkurt komma, áðrenn leiktjøldini verða drigin fyri fyri seinastu ferð.

Fyrsti partur
Vit sóu menn taka land í Fámjin um dagarnar, har danski uttanríkisráðharrin og Føroya løgmaður skrivaði undir eina felags yvirlýsing um at gelda avgerðarrætt Føroya á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum framyvir, og løgmaður helt væl til standa.
Tað var tann tíð, tá Jansaguttarnir í Fámjin bardu ágangin niður, men soleiðis er tað ikki meir. Teir høvdu vent sær undir torvunum, vistu teir til sín aftur.
Samgongumenn halda tað vera óført, um føroyingar sleppa at vera við, tá aðrir fara at tingast um møguligar vandar um okkara leiðir einafer langt inni í framtíðini.
Føroyingar hava nú skriva seg fastar her, tí teir sleppa bara at vera við, men ikki at taka avgerð um nakað sum helst.
Aftan á eina møguliga avgerð fáa teir so at vita, at teir hava medábyrgd, tí teir vóru jú eftir egnum ynski við á fundi.
Hetta at "víðka um heimildirnar" sum landsstýrið kallar tað, eru nakrar orðablómur, sum køva tann veruleika, at danir og ES fara at reka føroyskan uttanríkis- og trygdarpolitikk framyvir.
Fyrsta Merkið okkara hekk sum tigandi vitni um tann tjóðskaparliga vesaladóm og tað stjórnarskipanarliga máttloysið, ið gjørdust okkara lutur í hesum verki.

Annar partur
Um nakað skil var í at góðkenna sjálvsavgerarrætt okkara, so skuldi hetta sjálvandi gerast mótvegis altjóðasamfelagnum, men so var ikki.
Tvørturímóti, so varð staðfest í Keypmannahavn, at sjálvsavgerðarrættur okkara lá undir donsku grundlógini, og tað var betri ógjørt.
Løgfrøðingar og fólkarættarsakkønir kappast nú um at siga frá, at júst hendan avmarkaða viðurkenningin av, at føroyingar hava sjálvsavgerðarrætt undir donsku grundlógini, gevur ongar sjálvstøðugar heimildir og eingi rættindi til samskifti við altjóða stovnar.
Ríkisfelagsskapurin hevur ongantíð verið sterkari enn nú, sigur formaður sambandsfloksins, og tað kann tað vera nakað um.
Fyri góðum ári síðan vóru tær radikalu sjálvstýriskreftirnar í samgonguni ávaraðar móti, at lata arnarbøguna sleppa at klekja "svørð til svangan fund," men har var tíverri talað fyri deyvum oyrum.
Tá lógin um uttanríkispolitiskar heimildir og yvirtøkulógin, saman við einari nýggjari stjórnarskipan eru samtyktar á tingi, heldur sambandsflokkurin, at nýskipanar-uppskotið er endaliga sett í verk, og tað hevur hann rætt í.
Tá hava teir lagað Garðin um ríkiseindina, so sum teir lovaðu veljarum sínum í samgonguskjalinum.
Hóast sambandsformaðurin sigur, at eingin einstakur persónur, ella einstakur flokkur, hevur æruna av hesum "frambrotum," so er tað ikki heilt burturvið, um onkur gipsfigururin verður stoyptur av teimum radikalu í fólkaflokkinum - sum eina áminning - um ikki annað.
Vónbrot okkara er stórt, tað skal sigast.

Triði partur
Triði parturin er eisini ein sorgarleikur, har ein heilur flogvøllur kemur rekandi inn í stjórnarskipanarligu viðurskifti okkara.
Har er avtalað, at vit skulu tøma Íleggingargrunnin til at útbyggja ein flogvøll, sum ikki kemur at nøkta verandi og so slett ikki framtíðartørvin hjá okkara samfelag.
Vit fáa framvegis ein vánaligan flogvøll, og harafturat fáa vit ein tóman Íleggingargrunn.
Stuttskygdar loysnir eru altíð vánaligar loysnir, og hendan ber av.
Kappingarføri okkara í altjóðagerðini fær ein mønustingin í hesum afturstigi, sum fer at forða fyri, at vit fáa avgreitt farmaflogfør og størri ferðafólkaflogfør í allari framtíð.

Lógaruppskotið
Bretski kongurin, Johan uttan land, skrivaði søgu, tá hann í 1215 undirskrivaði Magna Carta, hándfestningin, sum tók alt valdið frá sær sjálvum.
Løgmaður okkara ger nakað tað sama 800 ár seinni.
Um vit fáa eitt lógaruppskot á tingborð, har nakar møguleiki er at broyta tilgongdina vita vit ikki, men vit vóna tað.
Vit vóna ma., at vit undir viðgerðini av hesum málum fáa inn nakrar broytingar um, at sjálvsavgerðarrætturin skal fráboðast altjóðasamfelagnum, soleiðis at hann fær eitt veruligt virði í fólkarættinum.