- Landssjúkrahúsið hevur í dag fingið góðskugóðkenning frá danska stovninum IKAS, sum kannar um sjúkrahús lúka neyðugu dygdarkrøvini.
Tað skrivar Landssjúkrahúsið í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum í dag. Góðkenningin er komin í lag eftir, at umboð úr donsku fyritøkuni IKAS, vóru í Føroyum í vár og kannaðu sjúkrahúsini.
Tá fekk Landssjúkrahúsið einans eina fyribils góðkenning, men boðar Landssjúkrahúsið nú frá, at tað hevur móttikið avgerðina hjá IKAS um, at sjúkrahúsið nú uppfyllir neyðugu treytirnar fyri at vera góðskugóðkent.
Góðkenningin er galdandi fram til 19. apríl 2020.










