Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, var á tænastuferð í Liberia fyrr í ár. Hann hitti nógv gott fólk, m.a. Chris Tore, landbúnaðarráðharra, ið eisini umsitur fiskivinnumál, Miata Beysolow, vinnumálaráðharra, og Walther T. Gwenigale, almanna-og heilsumálaráðharra. Niðurstøðan er, at Liberia ynskir vinnuligt samstarv við Føroyar, og verður serliga víst til ríkidømi í havinum. Liberia hevur 570 km langa strond fram við havinum og teirra havøki og niðurundirkomna fiskivinna liggja sostatt opin fyri føroyingum at menna.
Liberia hevur verið ígjøgnum eitt 13 ára langt altoyðileggjandi borgarakríggj. Hetta endaði í 2003, tá ST kom við stórum friðarherliði, og nú verður roynt at byggja uppaftur. Fiskivinnan í Liberia hevur verið forsømd so dyggiliga, bæði av stjórnini og hjálparfelagsskapum undir og aftaná kríggið. Við 3.500 kanoum, harav bara 8% hava motor, royna 13.000 fiskimenn í 169 bygdum fram við strondini at fáa sum mest burturúr og avreiða til 18.000 fiskaframleiðarar, sum fyri tað mesta roykja fiskin á báli. Størstu trupulleikarnir í fiskivinnuni í Liberia eru peningamangul til íløgur og ránsveiða av fremmandum trolarum.
Nøkurlunda sama skil, tó ikki so ringt, er í nógvum øðrum Afrikonskum londum. ES hevur í nógv ár haft fiskivinnuavtalur við londini runt um á Afrika strondini. Á ráðstevnu í Føroyum fyri kortum, segði Poul Degnbol, ein av høvuðsfyrireikarunum (strategunum) av nýggja ES fiskarípolitikkinum, at ES fór ikki framhaldandi at gera hesar sáttmálar. Tískil er onki forgjørt í, um føroyingar nú liggja framvið og brúka hendan møguleika at skapa víðari ræsur fyri føroyska fiskiflotan, samstundis sum hetta kann verða við til at fáa fiskivinnuna í fjarskotnum londum á føtur.
So, Jørgin góðin, far aftur til Liberia, og tak hálvan línuflotan og eitt vaktarskip við.
Nólsoy 22. juni 2009