Er leisturin fyri kommunusamanleggingini tann rætti?

Niels Midjord
-----
Í 40 ár hevur kommunusamanleggingin verið í umbúna, og at hon ikki er komin ígjøgnum enn, man benda á, at leisturin sum ætlanin er at leggja saman útfrá, ikki er so væl egnaður til okkara viðurskifti. Grundgevingin hjá landsstýrismanninum í kommunumálum fyri at leggja saman er, at soleiðis er gjørt í øllum grannalondunum okkara, og fyri tey hevur hetta ivaleyst verið gott og gagnligt, men trupulleikin er bara tann, at tú kanst ikki skipa eitt pinkusamfelag, sum okkara á sama hátt, sum eitt samfelag, íð telur fleiri milliónir fólk, ella tað kanst tú saktans, men tá fært tú eina umsiting, sum er so stór og kostar so nógv, at lítla samfelagið orkar ikki at bera hana. T. d er ætlanin at leggja umsitingina av skúlanum út á tær sjey ætlaðu kommunueindirnar, samstundis sum ein miðfyrisiting verður varðveitt, men um kommunalu fyrisitingarnar skulu gera sítt arbeiði við sama fakliga innliti, sum Landsskúlafyrisitingin, so fer tað at kosta, um ikki átta ferðir so nógv, sum tað kostar nú, so út ímót! Og hvat fara fylgjurnar at verða av at leggja eldraøkið út til kommunurnar? Fer tað ikki at føra til stættarmun ímillum tey gomlu í miðstaðarøkinum og tey í útjaðaranum?

Haldi ikki, at tað er skilagott, soleiðis at syndra umsitingina. Var tað náttúrligt fyrr, at høvuðsstaðurin átti hesa umsiting, so er tað meira náttúrligt í dag, nú 80% av Føroya fólki í mesta lagi búgva ein tíma frá Havnini. Umsitingin kundi ivaleyst verið effektivari og meira liðilig, men hinvegin er ikki so nógv at siga til hetta, tá í havt verður í huga, at tað síðstu 40 árini hevur ligið í kortinum, at umsitingin, soleiðis sum hon nú er, skuldi niðurleggjast.

Lógu vit t.d. mitt í Jútlandi, høvdu vit verið løgd saman við aðrari kommunu, við tað at Føroyar máldar við donskum mátistokki eru ein ov lítil eind til eina kommunu, tí haldi eg, at vit í omanfyri nevndu málum áttu at havt eina landsumfatandi fyrisiting, við sersømdum til tey øki, har ikki landfast er, soleiðis at allir borgarar í landinum kundu fingð sama tænastustøði.

Hinvegin haldi eg, at tað er av alstórum týdningi, ja lívsneyðugt, at vit fáa størri kommunalar eindir. Fyri at byrgja upp fyri fráflytingini, er tað avgerandi, at varðveita eitt fjølbroytt, dynamiskt og lívsfrískt samfelag. Hetta kunnu vit bara gera, um javnvág er millum miðstaðarøkið og útjaðaran, og tann javnvágin kann ikki haldast uppi við smáum kommunum í útjaðaranum og stórum í miðstaðarøkinum.

Men samanleggingin átt ikki at verið gjørd út frá landafrøðiligum eindum, men heldur átti at verið hugt at, hvat tey eru best til í teimum ymisku økjunum, bólka økini upp eftir tí, og so lagt stovnar, sum náttúrliga hoyrdu til arbeiðsøkið hjá hjá hvørjari kommunalari eind sær út til avvarandi kommunu.

Fyri at geva eina betri fatan av, hvussu hesin “vinnuleisturin” er hugsaður, loyvi eg mær at koma við einum boði um, hvussu ein kommunusamanlegging kundi veri gjørd eftir hesum leisti. Tað er kanska hugstoytt, soleiðis at leggja stovnar út á kommunalu økini, men um hetta kann gera stovnarnar meira viðkomandi fyri øki, og geva økinum ein sterkari samleika, sum so aftur ávirkar stovnarnar , soleiðis at teir fara at virka betur, so er nógv vunnið.

Havi longu nevnt Havnina sum fyrisitingardepul. Tað eru fá lond, har høvuðstaðurin liggur so miðskeiðis í landinum, sum okkara. Bara tað og so stutta frástøðan til flestu borgararnar í landinum gevur Havnini bestu umstøður til at tæna øllum landinum, sum miðfyrisiting.

Klaksvík er høvuðsbýurin innan fiskivinnu, og saman við Eysturkommunu og Fuglafirði stendur hon fyri stórum parti av okkara útflutningi. Tilsamans eru hesar tríggjar kommunurnar sostætt ein náttúrligur fiskivinnudepul.

Í Fuglafirði gongur hendan skemtisøgan:
“Hví hevur Tjaldrið ð í endanum”?
“Tí tað liggur altíð bundið”!
Tjaldrið liggur, tí Vaktar- og bjargingartænastan hevur ongan pening til olju! Hugsi ikki, at tað hevði borið til at spart seg soleiðis eftir reyv, um Vaktar- og bjargingartænastan lá í miðum fiskivinnudeplinum.

Ofta eru fiskivinnan og fiskifrøðin ósamd, og tá tykist tað mangan, sum um pørtunum væntar virðing hvør fyri øðrum. Her hevði kanska vend komið í, til gagns fyri báar partar ,um Fiskiransóknarstovan lá í miðum fiskivinnudeplinum, og frøðingar og fiskimenn dagliga gingu hvør um annan. O. s. fr.

Ein vælútbygdur og vælvirkandi fiskivinnudepul hevði ikki tikið nakað frá fiskivinnuni kring landið, heldur hevði øll fiskivinnan fingið gagn av einum slíkum depli.

Sandoy hevur frá gamlari tíð verði leiðandi innan landbúnað, tí átti hon at fingið royndarstøðina og aðrar stovnar, sum hoyra landbúnaðinum til, og so átti hon at lagt saman við útoyggjunum, har landbúnaður nærum er einast vinnian.

Vágar eru høvuðsportrið til og úr útheiminum, náttúrligt hevði tí verið, um ferðavinnudepulin lá har. Ì Mykinesi og í Vestmanna hava tey duga best at gagnnýtt ferðavinnuna, søgusavnið í Vestmanna er eitt áhugavert úrslit av hesum og ikki minni áhugaverd er ætlanin í Kvívík at endurbyggja víkingatoftirnar oman fyri bygdina. Soleiðis verða víkingatoftirnar, bæði tær upprunaligu og tær endurbygdu, saman við søgusavninum og Vestmannabjørgunum ein samlað upplivingareind, sum hvørt fer at styrkja annað. Náttúrligt er tí at hesar tríggjar bygdirnar saman við Vágoynni taka seg saman í ein ferðavinnudepul.

Og so haldi eg at oljuvinudepulin átti at ligi í Suðuroy.

Nevndi í byrjanini, at fyri at byrgja upp fyri fráflytingini, er tað avgerandi, at varðveita eitt fjølbroytt, dynamiskt og lívsfrískt samfelag, og at hetta kunnu vit bara gera, um javnvág er millum miðstaðarøkið og útjaðaran. Um Eysturoyggin verður løgd saman til eina kommunu, er tað náttúrligt, at fyrisitingin kemur at liggja í Runavík, tí har er størsti fólkatíttleikin í økinum. Men tá íð Skálafjarðartunnilin kemur, vónandi um ikki so langa tíð, verður fráleikin ímillum Havnina og Runavík so mikið lítil, at báðir býirnir fara at virka sum ein. At báðar tær størstu kommunurnar soleiðis í praksis verða lagdar saman av Skálafjarðartunlinum fer at skeikla javnvágina ímillum miðstaðarøki og útjaðaran í ólukkumát. Tí atkvøði eg ímóti, at Eysturoyggin verður ein kommuna.