Andras Miðskarð
Hví eru kreppulógirnar ikki broyttar? Hvat ætla fíggjarmálastýrið og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at gera við hetta?
Vit skattaborgarar eru eftir hondini troyttir av at hoyra politikarar (eisini í samgonguni) tosa um skattalættar. Hvar eru hesir skattalættar? Og hví bleiv rentustuðulin lækkaður?
Væl veit eg at talan ?einans? var um 4%, men hjá teimum, sum skylda eina heila millión, er hetta ein stór upphædd. Eisini hevði tað munað væl hjá okkara pensionistum um áðurnevndu krepputiltøk høvdu verið sett úr gildi.
Tó skal andstøðan í løgtinginum hava tøkk fyri teirra royndir at gera tað liviligari í okkara samfelag.
Nú standa samráðingar fyri durum, og er tað mín vón, at tit fakfelagsleiðarar standa sum ein maður. Tit mugu hugsa um, at tingmannalønirnar eru í hesum valskeiðinum hækkaðar við 60 %, og tí er tað ikki ov nógv kravt, at palleba fær helvtina av hesum (30%).
Hví skulu føroyingar gjalda fyri kreppulógir, tá peningurin sum inn kemur, fer til uppsparing til eitt fullveldi, sum meirilutin av Føroya fólki ikki vil hoyra um? Samgongan torir ikki til fólkaatkvøðu, tí hon ræðist veljarafjøldina, og samgongan heldur saman, tí hon ræðist eisini løgtingsval.
Nú ljóðar, at fólkatingsval kann verða útskrivað hvørja løtu. Ein fær seg ikki til at trúgva, at nakar av samgonguflokkunum stillar upp til komandi fólkatingsval eftir orrustuna, teir hava skapt millum Danmark og Føroyar.
Mín áheitan skal tí vera: Takið øll krepputiltøkini av, og hækki rentustuðulin aftur til tey 48 prosentini, nú húsaprísirnir aftur hækka. Verður gjørt eftir hesi áheitan, verður aftur liviligari her á landi.