Oddur Hentze
Stúrsaði við tá ið eg hoyrdi, at løgmaður hevði fingið eitt bræv við óvart. Ikki so nógv óvart, men at hann helt við hesum brævið, var ein samskipað herferð ímóti honum sett í verk.
Sárbarur
At nøkur fólk ditta sær at skriva nøkur lesarabrøv, um hvussu fullveldið skal náast og um hetta ikki er í samsvar við meiningarnar hjá løgmanninum, kallar løgmaður eina samskipaða herferð ímóti sær?
Serstakliga góður biti fyri Javnaðar- og Sambandsflokkin, sum sita og gníggja hendur av hesum »ágangisbrævið«. Orð sum ráðagerð, avdúking, samskipanarskriv, undirgraving, loynidómar og stungin í ryggin, hava verið nýtt í hesum sambandi.
At vera ósamdur við Løgmann í einum so objektivum máli, kann ikki metast at vera ágangur av nøkrum slag, tá er man ov sárbarur at vera landsins leiðari.
Politiskt snildi
Eg havi altíð mett løgmann vera siðiligan, samarbeiðsvilligan og dámligan millum fólk, óansæð politiskan lit, men hetta seinasta árið sær tað út til, at onkur hevur tutlað honum í oyra, at hann skal royna at markera seg meir sum talsmenn fyri Fólkaflokkin og ikki sum talsmann fyri samgonguna og Føroya Løgting.
Á ein ella annan hátt er hann dottin fram á eitt bræv, sum var ætlað einum heilt øðrum persóni. Hetta bræv hevur hann kanska mett sum ein funnin fressur, sum kann brúkast sum eitt tjóvstartað valstríð.
Og so fer løgmaður út til Føroya fólk og sigur, at tingmenn í hansara egnu samgongu eru partar av hesari sokallaðu herferð og við hesum roynir hann at billa fólki inn at ágangur frá øðrum tingmonnum í samgonguni (tó ikki úr Fólkaflokkinum) eru óseriøsir og mótarbeiða honum. Løgmaður gloymir, at hann er andlitið úteftir hjá allari samgonguni og ikki bara fyri seg sjálvan. Hann hevur kastað ein stein, og tað kann henda, at hesin kemur at raka hann sjálvan. Frílyndið, frælsið, demokrati og lesarabræv eru varðar í okkara samfelag, sum løgmaður ikki átti at brotið niður men heldur at hjálpa til at byggja upp.