Kári P. Højgaard
løgtingsmaður
Í Sosialinum 21. oktober undir dagsins meining verður spurt, hvar politiska kjakið um valskipan okkara bleiv av, og at orðaskifti nú tykist tagna. Greinskrivarin ber ótta fyri, at onki hendur, fyrr enn skeivleiki eftir eitt komandi val enn einaferð verður staðfestur.
Blaðið vísir til valið 98, har triðstørsti flokkur í atkvøðutali fekk fleiri tinglimir valdar enn næststørsti. Á valinum 20. januar í ár fekk flokkurin við næstflestum atkvøðum ein tinglim meir enn flokkurin, ið fekk flestar, meðan tann flokkur sum fekk 6-flestar atkvøður enn einaferð hevur dýrasta tinglimin í atkvøðutalið á Løgtingi. Sjálvsagt er tað ein síðuvinningur, um ein flokkur við færri atkvøðum kann fáa eitt hægri tingmannatal, enn flokkur sum fær fleiri atkvøður; men ætlanin í § 1 í løgtingsvallógini um lut-falsval ella lutfalsliga umboðan er at tryggja, at ting-mannatalið svarar til undir-tøkuna, sum flokkarnir fáa millum veljararnar.
Tað er neyvan ivi um, at ein breiður meiriluti av politisku skipanini ynskir eina endurskoðan av vallógini, har valúrslitið betur samsvarar við undirtøkuna, sum flokkarnir fáa til valið. Sjálvsagt skal ein broyting ella dagføring verða nágreinliga lýst og fyrireikað, um úrslitið skal verða nøktandi, so vit veruliga fáa eina rættvísari og betri skipan.
Mær er sagt, at Louis Zakariassen umboðandi Sjálvstýrisflokkin miðskeiðis í farnu øld, hevði uppskot frammi um Føroyar sum eitt valdømi; hesa somu áskoðan hava aðrir tinglimir floksins eisini ført fram. Undirritaði hevur í skrivligum fyrispurningi til landstýrismannin í Innlend-ismálum reist spurningin, har eitt nú broyttur útrokningarháttur, samanlegging av valdømum, fleiri eykamenn v.m. vórðu nevnd.
Spurningurin er, um tíðin ikki nú er búgvin til at Føroyar verða eitt valdømi?
Útnorður-samstarvs-fe-lagar okkara í Grønlandi hava valt at taka stigið og hava roynt hesa skipan. Teir, ein hevur tosað við um hetta mál, eru í stóran mun eru samdir um, at hetta er ein betri skipan, enn tann ið var galdandi frammanundan. Ongin lóg er fullkomin og fyrimunir og vansar eru í øllum skipanum, sjálvsagt hevur hendan eisini sín prís. Tað kann verða sera trupult at fáa mann valdan í nærumhvørvinum, av tí at tey sum eru mest frammi í fjølmiðlunum, hava bestan møguleika fyri at blíva vald. Løgtingsval herheima er í stóran mun "ameri-kaniserað", ella sagt við øðrum orðum: Tað er trupult at blíva valdur lokalt, um viðkomandi ikki á ein ella annan hátt er landskendur. Somuleiðis er bústaðarmynstrið seinastu árini broytt almikið, útjaðarin minkar, býirnir og størru plássini vaksa, og meir enn triðingurin av fólkinum býr í Suðurstreymoy.
Nú stórar rembingar henda í kommunubygnaðinum, verður spurningurin um valdømini viðkomandi, tí samanleggingarnar av kommununum ganga tvørtur um valdømismørk, Kollafjørður/Havnin og kommunurnar í Sundalagnum. Hetta ávirkar Norðurstreymoyar og Eysturoyar valdømi.
Ójavnt er, hvussu undirtøkan hjá flokkunum er í teimum ymisku valdømunum. Tveir flokkar, sum hava minstu undirtøkuna millum veljararnar hava sína styrki í teimum fólkaríkastu valdømunum. Hesir kunnu mangan hava trupult at manna lista í nøkrum av teimum smærru valdømunum. Ein kann seta sær spurningin, um demokratiið valdar, tá ein politiskur flokkur ynskir at fáa lista í valdøminum, men ikki fær henda møguleika, um ongin torir ella vil stilla upp, ella kravda stillaratalið ikki fæst. Sostatt eru borgarar í hesum økinum útistongdir frá møguleikanum at seta kross fyri flokkinum, ella einum valevni á hesum lista. Verða Føroyar eitt valdømi, sleppa vit undan hesum trupuleika; tá kunnu allir borgarar atkvøða fyri tí valevni, teir hava álit á og sum best umboðar teirra politisku hugsjón og áhugamál.
Nógv stórmál eru at taka støðu til kring landið, og útjaðarin hevur sínar trupulleikar at dragast við eitt nú oljuflutningi, atløguviðurskiftum, samskifti, bakkaverju, vegum, tunlum, ansingarmøguleikum, mentunar- og skúlatilboðum og øðrum.
Ein freistast til at hugsa, at um Føroyar vórðu eitt valdømi, høvdu løgtings-limir verðið meira lands-politikkarar, tí undirtøkan kemur úr øllum landinum, og ikki bert innan eingjar-garðarnar í egnum valdømi.
Sum víst er á omanfyri, skal ongin ivi verða um, at greinskrivarin heldur, at tíðin er farin frá verandi skipan, sum hevur álvarslig brek, ið hava givið óhepnar avleiðingar. Samfelagið og bústaðarmynstrið er so ótrúliga nógv broytt, samstundis sum kommunusamanleggingar eisini framyvir eisini fara at flyta marknaskjal. Vónandi verður ætlanin hjá landstýrismaðurin í Innlendismálum, um at seta eina nevnd at endurskoða løgtingsvallógina og koma við tilmæli veruleiki áðrenn eitt komandi val.
Av tí at hetta er ein so stór broyting í politisku skipan okkara, eigur eitt breitt orðaskifti at vera um hetta mál, har eisini almenningurin kann koma til orðanna.









