Sjúrður Skaale
??????????????
Týsdagin 25. mai skipaði Norðuratlantsbólkurin fyri ráðstevnu á Christiansborg um búskapin í tí sokallaða "ríkisfelagsskapinum".
Eg var við til at skipa fyri ráðstevnuni. Og tað, vit løgdu mestan dentin á, var at fáa eina fjølbroytta skrá, soleiðis at evnið kundi lýsast úr ymsum sjónarhorn-um.
Tilsamans 12 røðarar vóru. Tað vóru serfrøðing-ar, fakfólk og politikarar úr Føroyum, Grønlandi og Danmark. Endamálið var at fáa vitan. Einki annað. Eingin røðari var valdur av politiskum orsøkum.
Øll vóru vælkomin. Harumframt fingu t.d. starvsfólk og leiðsla í fíggjar-málaráðnum persónliga innbjóðing við teldubrævi. Men haðani kom tíverri eingin. Hinvegin komu fleiri umboð fyri bæði danskar ráðharrastovur og grønlendska landsstýrið.
Ráðstevnan eydnaðist avbera væl. Framløgurnar vóru áhugaverdar og kjakið livandi.
Jan loypir á
Eftir ráðstevnuna hava fleiri fólk, sum ikki vóru til staðar, kritiserað hana við púra vitleysum pástandum, sum allir eru tiknir úr leysari luft.
Nógv av hesum kritikki - t.d. frá fólki sum Virgar Dalsgaard og Rolf Guttesen - er sjálvsagt ikki verdur at gera viðmerkingar til.
Men mikudagin brúkar fremsti pennaførari Javnaðarfloksins, Jan Müller, oddagreinina í floksblaðnum til eitt álop á hesa ráðstevnu, har heldur ikki Jan tók lut.
Jan sigur at: "Tað hevur alt tað, vit vita, verið ein óskrivað meginregla, at føroyskir fólkatingsmenn, staddir í Danmark, eru loyalir móti einumhvørjum sitandi landsstýri."
Til hetta er fyrst at siga, at tað ikki passar. Jóannes Eidesgaard var t.d. ikki loyalur móti landsstýrinum, tá samráðingar vóru um føroyskt fullveldi. Hann var bara loyalur móti Nyrup og danska Javnaðarflokkinum.
Og so má eg spyrja: Hví var tað óloyalt móti sitandi landsstýri at bjóða hesum 12 óheftu fólkunum at tosa um búskap?
Jan sigur eisini at "Tað hevur verið siðvenja, at føroyskir fólkatingsmenn nýta ikki sín fólkatingssess til tess at seta danir upp ímóti politiskum mótstøðumonnum í Føroyum."
Hví heldur Jan tað vera at seta danir upp ímóti polit-iskum mótstøðumonnum í Føroyum at bjóða hesum 12 fólkunum at halda fyri-lestur? Er tað tí hesi 12 fólkini eru óreiðilig og suspekt?
Jan sigur tað vera langt frá at boða frá ósemjum og til at "skipa fyri ráðstevnu við tí endamáli aktivt at máa støðið undan politikkinum hjá eini samgongu."
Var hetta endamálið? Tað kenni eg einki til. Og hví er tað at fáa vitan á borðið tað sama sum at máa støðið undan samgonguni hjá Jan og teimum? Og hvat er tað fyri politisk stevna, sum ikki tolir kjak og vitan?
Álop á blokkin...
Jan sigur at "tað er ikki fair at fara aftur um bakið á løgtingsmeiriluta og landsstýri at ávirka danir í einum máli, har sitandi samgonga hevur ein heilt annan og púra greiðan politikk."
Ávirka danir? Aftur um bakið á landsstýrinum? Hvat ólukkan billar Jan sær inn? Tey 12 fólkini bóru ikki fram politiskt bílagdar fyrilestrar.
Jan sigur, at "Andstøðan hevur við álopinum á blokkin niðri í Danmark av álvara lagt sjógv millum seg og samgonguna."
Andstøðan? Var tað nú andstøðan, sum skipaði fyri ráðstevnuni?
Álop á blokkin? Hvat er hetta fyri slutur? Hví er tað eitt álop at biðja fakfólk, serfrøðingar og politikarar siga sína hugsan um eitt mál?
Jan svingar seg eisini upp til at gera hesa djúptøku analysu: "At verða mett sum ein illloyal andstøða er nakað av tí versta, sum kann henda fyri eina and-støðu. Tað er eisini sera ósunt fyri fólkaræðið og álitið millum flokkarnar á tingi."
Er andstøðan í Føroyum nú "illoyal" tí Norðuratlantsbólkurin hevur skipað fyri eini ráðstevnu? Er Jan blivin klikkaður?
Og er tað nú brádliga "ósunt fyri fólkaræði" at 12 fólk leggja fram sína vitan? Hvat er tað fyri slag av fólkaræði, Jan Müller tosar um?
Fanatikarin Jan Müller
Jan Müller hevur enn einaferð avdúkað seg sjálvan sum ein blindan, politiskan fanatikara.
Hóast hann ikki var á ráðstevnuni, og hóast hann bara kennir til ein evarska lítlan part av tí, sum varð sagt, spýr Jan bæði gor og gall útyvir fyriskiparar og luttakarar.
Tað, Jan Müller í veruleikanum ger, at loypa á sjálvt talufrælsið.
Hann hevur onga sakliga grundgeving fyri eini einastu av sínum ákærum. Hann finnur seg bara ikki í, at óheftir serfrøðingar og fakfólk hava sagt okkurt, sum ikki passar í hansara og Javnaðarfloksins kramm. Og so skulu tey steðgast! Tey eru ódemokratisk! Tey eru illloyal! Ja, tey eru enntá skaðilig fyri fólkaræðið!
Sannleikin er, at tað, at sjónarmið verða borin fram, er sjálv fortreytin fyri fólkaræðinum.
Tey, sum hótta fólkaræðið, eru tey, sum vilja steðga orðaskiftinum. Tey, sum ikki vilja hava óhefta upp-lýsing, men politiskt stýrda upplýsing.
Tey, sum hótta fólkaræð-ið, eru hvørki Norðurat-lantsbólkurin ella tey 12 fólkini, sum løgdu fram á ráðstevnuni.
Tey, sum hótta fólkaræð-ið, eru fanatikarar sum Jan Müller.