Er Jacob Vestergaard skít býttur?

Mundi dottið á reyvina í dag, eg hugdi inn á Vágaportalin. Nú er tað hjá fólki at fara í hagan blivin til ognartøku sambært Jacobi. Vrøvl frá enda í annan.

Gongd í haga er sambært siðvenju ein rættur, fólk hava havt alt tað eg veit um. Lóggávuvaldið hevur regulerað økið, og sama lógávuvald kann á sama hátt regulera ein annan veg. Fyri tað um skatturin verður settur niður, kann hann sjálvandi verða hækkaður seinni. Og soleiðis er tað eisini við gongd í haga. Rættarstøðan kann altíð verða broytt. Ein simpul broyting í eini byggisamtykt kann eisini broyta rættarstøðuna hjá einum ávísum borgara.

 

Og forrestin, um gongd í haga var ognartøka, er tað ólógligt? Nei ognartøka er lóglig. Tað var annars Fólkaflokkurin sum saman við Sambandsflokkinum á sinni sum samtykti býarskipanarlógina, har tað varð heimilað at ognartaka lendi frá einum privatum at lata øðrum privatum.

 

Eitt skipað uppskot um gongd í haga hevur einki við ognartøku at gera og kann ongantíð hava endurgjald við sær.

 

Upp á spurningin omanfyri, so er svarið at Jacob Vestergaard er ikki skít býttur, men hann trýr, at øll onnur eru tað.

 

Jógvan Páll Lassen