Maria Jacobsen, Skopun
----
Ja, tað er inngangur í tað ósjónliga. Tað er bara likamið, sum skilir okkum frá. So leingi sum vit eru í likaminum, eru vit burtur frá Harranum, sigur orðið. 2. Kongabók 2-11. Elias fór heim til Harran, úr tí sjónliga, inn í tað ósjónliga. Líkaleiðis stendur í Mósibók, at Enok livdi við Gudi og at Gud tók Enok heim til sín inn í tað ósjónliga. Jesus fór úr tí sjónliga inn í tað ósjónliga. Tað gjørdi hann fleiri ferðir.
Tað vísir seg, at tað eru eingir avstandir í andans verð. Tað stendur skrivað, at alt sum er skapt. Jørðin, himmalin og alt, sum vit síggja, skal foranga, so at tað, sum ikki er skapt, skal blíva verandi.
1. Kor. 12, 26-27. Harrin sigur, at eina ferå enn, so skal hann rista jørðina og himmalin við fyri at vísa, at alt tað, sum skapt er skal umskiftast, við tað at tað er skapt við, fyri at vísa at tað, sum ikki blívur rist, skal blíva verandi.
Við tað at vit hava tað ósjónliga fyri eyga, og ikki tað sjónliga, tí tað sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga er ævigt.
Ein maður fór gangandi gjøgnum eindal ein fínan summardag. Har vóru blómur, sól og vakureiki. Maðurin var blindur og deyvur, so hann visti ikki nakað um hendan vakurleikan.
Líkaleiðis trúgvi eg, at vit eru líka nær í tí ósjónliga. Vit eru so upptikin av tí, sum vit síggja uttan um okkum, at vit ikki hava tíð til tað andaliga.
Vit vita eisini, at tað er ein andaverð uttan um okkum, sum eisini ger vart við seg av og á, til dømis sum sjónir, dreymar og ymiskar ávaringar um ting, sum fara at henda.
Hetta kann eingin nokta fyri, tí at tað hevur verið allar tíðir. Um tú ikki trýr hesum, so kanst tú læna tær bøkurnar »Hin heimurin« eftir Petur Jacob Sigvardsen. Tær eru tríggjar.
Eg minnist væl fyri nógvum árum síðan, at mamma kom upp ein morgun. Tað vóru bara mamma og eg inni. Tá segði hon við meg, at hon hevði droymt, at postbáturin »Dúgvan« hevði funnið ein deyðan mann við ongum høvdi á fjørðinum. Tá var báturin ikki komin. So kemur beiggi mín inn eina løtu seinni. Hann hevði verið úti, tá báturin kom. Tað fyrsta, hann sigur, er at »Dúgvan« hevði funnið ein deyðan mann við ongum høvdi.
Hvussu kann hetta forklárast? Vit vita, at tað er ein andaverð uttan um okkum, sum eisini ger um seg av og á við sjónum, dreymum og ymiskum ávaringum um ting, sum fara at henda.
Tonk tá andaverurnar koma til sjónard og Gud so sendur Jesus at taka børn síni heim.
Gud hevur gjørt hesa jørðina og himmalin til okkm at vera bara fyri eitt tíðarskeið.
Tað er eingin, sum kann siga, hvat ið var til áðrenn nakað. Eingin kann gera nakað burtur úr ongum. Ein byrjan má hava verið til, annars hevði alt sum er til í dag, ikki verið til. Gud er tann einasti, sum var til tá einki var til. Sjálvandi er tað Hann, sum hevur skapt alt. Hann er alfa og omega, hin fyrsti og hin síðsti. Upphavið og endin. Ein dagur hjá Honum er sum túsund ár og túsund ár sum ein dagur.
Tað má vera ein intelligensur, sum hevur fingið alt upp at koyra. Um vit hugsa um sólina til dømis, var hon nærri okkum, høvdu vit blivið brend, var hon longur burtur, vóru vit deyð í kulda. So Hann hevur vitað, hvar hann skuldi seta hana.
Um tú hevði eina klokku og allar deilirnar liggjandi framman fyri tær, heldur tú at deilirnir knappliga kundu lopið inn aftur í klokkuna og sett seg upp á rætta pláss, so klokkan fór aftur at ganga? Nei, tað er bara urmakarin, sum kann seta klokkuna saman, so hon fer aftur at ganga.
Hetta skrivi eg til tey, sum trúgva at alt er knappliga blivið til sum eitt skot.
Hvat við eyganum, við øllum teimum fínu samansetingunum. Eygað, sum er sum eitt undurverk. Ella er tað útviklað gjøgnum milliónir av árum?
Kanska at onkur, sum er útviklaður frá eini apu, hevur fingið ein so góðan heila. Um vit vóru slektað frá apum, so hevði tað víst seg, at onkur var mitt í prosessini. Deilvís veriið apa og menniskja. So høvdu vit nokk sæð onkran við hálvlongum fittum hala. Sjálvandi kunnu tær læra eins og onnur djór. Nei, gloym alt um apuna.
Tann, sum var til tá einki var til, tað er Hann, sum hevur skapt alt.
Tað eru nógv, sum stara út í himmalrúmið, so tey missa seg sjálv og Gud burtur, tí tað er so endaleyst rúm. Vit lesa í Bíbliuni, at tað er ein triði himmal og eisini ein 7. himmal. Sannleikin er tann, at vit duga ikki at ímynda okkum, hvussu tað er har Gud býr.
Vit lesa í Bíbliuni, at har eru gøturnar av gulli. Havið er líkt krystalli. Gud sjálvan kunnu vit ikki síggja so leingi sum vit eru í hesum likaminum. Hava vit latið okkum reinsað í Jesu blóði, so eru vit vælkomin inn. Alt, sum har er, er heilagt og reint. Gud kennir øll loyndarmál. Einki er dult fyri honum. Álíkavæl elskar Hann hvørt menniskja.
Tonk at Hann veit hvussu nógv hár, vit hava á høvdinum, og at tað felllur ikki ein spurvur til jarðar uttan Hansara vilja.
Vit síggja eisini, at Jesus hevur verið frá upphavi, 1. Mós. 315 sigur Gud við slanguna, at kvinnan er set skuldi knúsa høvdið á slanguni. Kvinnunar set tað var Jesus, og høvdið á slanguni var Satan. Longu í Gamla Testamenti vísir Gud til Jesus og allan vegin úteftir. Tá deyðseingilin gekk ígjøgnum Egyptaland, tá bað Gud ísraelsmenn taka eitt lýtaleyst lamb og smyrja blóðið á báðar durastavirnar og træið yvir durunum. Tá ið eg síggi blóðið, skal eg loypa tykkkum um. Lambið skuldi vera lýtaleyst. Tað minnir um at Jesus var uttan synd. Eisini tá ið Rahab hevði hýst ísraelsmonnum, komu tey ásamt um fyri at verja familjuna, at hon skuldi binda reyðan tráð í vindeygað. Hetta vísir, at tráðurin, sum var reyður, skuldi bjarga teimum. Tað vísir á blóð Jesusar.
Eg fái ikki her tikið fleiri dømi. Ígjøgnum alt Gamla Testamenti er allastaðni sum ein reyður tráður. Jesu blóð.
Sí tað Guds lamb, sum ber heimsins synd-