Er ikki dýrasta floghavnin

Nevndarforkvinnan í P/F Vága Floghavn avsannar, at flogvøllurin í Vágum er dýrasta floghavn, sum Atlantic Airways flýgur til og frá. Tá talan er um ferðafólkagjald (tað, sum ferðafólkini gjalda) liggur Vága Floghavn í hægra endanum. Tó hevur Narsarsuaq eitt ferðafólkagjald, sum er helvtina hægri enn tað hjá Vága Floghavn. Tá talan er um startgjald og annað, sum P/F Atlantsflog skal gjalda fyri at nýta floghavnina er gjaldið hjá P/F Vága Floghavn tað lægsta har P/F Atlantsflog flýgur, skrivar Kitty May Ellefsen í viðmerking til bløðini.

P/F Vága Floghavn er partur av altjóða regluverki. Økið er neyvt lógarregulerað og strong krøv galda fyri flogvøllin, eitt nú trygdarkrøv. Krøvini til flogvallir eru seinastu árini herd og aðrar meira krevjandi mannagongdir settar í verk, eitt nú trygdarkanningar av ferðafólki og viðføri. Hetta kostar pengar, men eru samstundis neyðugar mannagongdir, sum eru álagdar P/F Vága Floghavn at fylgja, og sum hava ein meirkostnað við sær.

Hesin meirkostnaður skal rindast antin av brúkarunum ? ferðafólki og flogfeløgum ? ella av skattgjaldaranum. Vága Floghavn hevur mett tað rættast, at tað eru brúkararnir ið gjalda, stendur at lesa í viðmerkingini.