Er hetta veruliga Letterman?

David Letterman er næstan ikki til at kenna aftur

Fyri hálvum øðrum ári síðani gavst David Letterman sum vertur í The Late Show. Eftir 33 ár á skiggjanum, valdi væl umtókti sjónvarpsmaðurin at lata seg pensiónera.


Nú um dagarnar vóru myndir tiknar av David Letterman, meðan hann var rennitúr á einari karibiskari oyggj, har hann heldur páskafrí.

Og tað má sigast, at Letterman er nógv broyttur, síðani hann fór av skíggjanum. Hárið er blivið heilt tunt, og skeggið er væl vaksið.

David Letterman er 68 ára gamal.