Talan er um 46 ára gomlu Liz Truss, ið hevur sett gongd á valstríðið um at blíva forkvinna hjá Teimum Konservativu.
Liz Truss er tíggjundi umsøkjarin eftir formanssessinum hjá Teimum Konservativu.
Liz Truss hevur seinasta árið verið uttanríkisráharri, men hevur nú boðað frá at hon vil verða landsins komandi forsætisráharri.
Tað sigur hon við blaðið The Teleghraph.
Fólk hava leingi væntað at Truss fór eftir sessinum sum flokksforkvinna og forsætisráharri, men nú er tað vorðið alment.
##med2##
Truzz sigur við The Telegraph at “eg fari at lækka skattin frá fyrsta degi, fyri umgangandi at hjálpa fólkinum at handfara livikostnaðin.” Eisini sigur hon at tað er uppá tíðina at venda aftur til tey klassisku “konservativu virðini.”
Mong hava sammet Liz Truss við fyrrverandi navnframa bretska forsætisráharran Margaret Thatcher. So seint sum í desember í fjør kallaði thetimes Liz Truss fyri "The new iron lady."












