Er forskatting rán frá verkafólki?

- Er tað rætt, at verkafólk missa 1100 krónur um mánaðin orsaka av politikki samgongunar, spyr Bjarni Djurholm, løgtingsmaður.

Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, hevur nú sett landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, ein §52-spurning. Spurningurin snýr seg um, hvørt tað er rætt, at verkafólk missa 1100 krónur um mánaðin orsaka av politikki samgongunar.

 

Spurningarnir eru seks í tali, og løgtingsmaðurin vil eitt nú hava at vita, hvørja ávirkan tað hevur á pensjónina, at hon verður forskattað við inngjaldi í mun til, um hon varð skattað við útgjaldi. Løgtingsmaðurin vil eisini hava at vita, hvussu løntakarar verða skattaðir í prosentum í samband við forskattingina  og í mun til skatting við útgjaldi.

 

Í triðja og fjórða lagi spyr Bjarni, hvussu stóra upphædd ein vanligur verkamaður hevur at ráða yvir við pensjónsaldur við forskattaskipanini í mun til við gomlu skipanini - og um minni peningur er í umfari í samfelagnum nú í mun til, um forskatting ikki varð framd?

 

Í fimmta og sætta lagi spyr løgtingsmaðurin, um livikorini hjá verkafólki eru versnsð orsaka av forskattingini og flatskattaskipanini - og síðan vísir hann á, at fyri forskattingina varð kapitalpensjón skattað við 35% í staðin fyri, at øll pensjónin nú verður skattað við 40%.

 

Tí spyr Bjarni Djurholm at enda, hvørja støðu landsstýrismaðurin hevur til hesa skattahækking.

 

- Fyri stuttum vistu miðlarnir at siga frá fundi í Føroya Arbeiðarafelag, at orsaka av flatskattaskipanini, og at pensiónirnar verða skattaðar við inngjaldi, eru nýggju skipanirnar ein vanlukka fyri verkafólk við lágari og miðalgóðari inntøku.

 

Í viðmerkingum sínum vísir Bjarni Djurholm á, at FA hevur fingið uttanhýsis fíggjarráðgeva at rokna út, hvørja ávirkan flatskattaskipanin og forskattingin av pensiónunum hevur á nettoúrtøkuna hjá verkafólkum í mun til "gomlu" skattaskipanirnar.

 

- Niðurstøðurnar vóru í síni heild eyðsýnt vánaligar fyri verkafólk. Serliga var skipanin við forskatting umrødd sum rán frá verkafólki, sigur løgtingsmaðurin, sum væntar at fáa svar frá landsstýrismanninum fyri páskir.