Hetta er fyrsta stigið og tað verður tikið fyri at seta ferð á.
Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Avgerð er tikin um at umvæla bústaðirnar til fólk við menningartarni og fjølbreki á Eirargarði fyri 25 milliónir. Men avgerðin er fyri hvøssum atfinningum, eisini frá Javna, sum er felagið fyri fólk við menningartarni, og teirra avvarðandi.
Orsøkin til atfinningarnar frá Javna, er, at tey halda, at umstøðurnar á Eirargarði eru óvirðiligar til bústaðir við smáum kømrum og felags baðiverilsi.
Ístaðin fyri at gera Eirargarð til ein »brekstovn«, sum tey málbera seg, heita tey heldur á landsstýrið um at brúka pengarnar til at flyta búfólki av Eirargarði í virðiligar bústaðir ymsasaðni í bústaðarøkjum í Havn.
Í hesum viðfangi spurdi Bill Justinussen, løgtingsmaður, hví landsstýriskvinnan ikki lurtar eftir atfinningunum hjá Javna.
Tað skilst á landsstýriskvinnuni, at Eirargarður er bara fyrsta skotið í byrsuni, men at hetta er eitt stig, sum er neyðugt at taka, hóast funnist verður at tí.
Eyðgunn Samuelsen sigur, at hesi seinastu 40 árini hava myndugleikarnir forsømt tey við serligum tørvi í Suðurstreymoy so tað munar. Men at nú skal ein heildarætlan leggjast, tí hetta er so umfatandi, at tað gerst ikki í einum.
– Trupulleikin í Suðurstreymoy er so ómetaliga stórur, tí bústaðirnir eru fáir og bíðilistarnir eru langir.
Og hon heldur, at ætlanin at umvæla Eirargarð, og at lata fólk verða á Eirargarði, fer at slóða fyri, at tey fáa lagt ein langtíðarætlan á økinum, tí onkustaðni skulu fólkini búgva ímeðan.
Hon sigur, at onki er bygt á hesum øki í 40 ár, og nú er íløgutørvurin einar 200 milliónir krónur og samstundis standa 100 fólk á bíðilista, men við at brúka Eirargarð til bústaðir, kann glið fáast á at eina heildarætlan fyri framtíðina, har endamálið er at byggja nýggjar, tíðarhóskandi bústaðir.
Heitt var eisini á hana um at fáa eina semju ímillum allar flokkar á tingi um at leggja dent á at byggja hetta økið út, og tað tók landsstýriskvinnan undir við.