Er forelskaði sjónleikarin bangin fyri at tapa?

Finnur Jensen er maðurin aftan fyri lagið forelskaður sjónleikari, hann hevur somuleiðis skriva nógv av løgunum á fløguni Førist hjá Páll Finnur Páll, men nú fløgan er í uppskoti til eina Planet, fer Finnur til Suðuroyar


Meðan restin av Páll Finnur Páll á Planet Awards leygarkvøldið spentir bíða eftir, um teirra fløga Førist vinnur Planetina fyri bestu útgávu, fara <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Finnur Jensen&quot;$?$end$!$Finnur Jensen</st1:PersonName$?$end$!$ og gittarin hjá honum at undirhalda í Stóra Pakkhúsi í Vági .<BR> 
- Eg vænti ikki, at vit vinna, og so er tað nógv stuttligari at spæla í Suðuroy enn at fara tómhentur heim í Havn, heldur 24 ára gamli havnarmaðurin skemtiliga fyri.
Á skránni leygarkvøldið eru føroyskir slagarar, útlendskir evergreens og egin løg. <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Finnur Jensen&quot;$?$end$!$Finnur Jensen</st1:PersonName$?$end$!$ er ein av høvuðsmonnum í Páll Finnur Páll, hann skrivaði millum annað landapláguna Forelskaður sjónleikari, ið er størtsa hittið í nýggjari tíð. Væntandi verða sjónleikarin og fleiri Páll Finnur Páll løg &nbsp; bæði tey freku og tey fittu -&nbsp; eisini at hoyra í Pakkhúsinum, har áhoyrarar kunnu hugna sær við onkrum leskiligum afturvið tónleikinum.<BR><st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Finnur Jensen&quot;$?$end$!$Finnur Jensen</st1:PersonName$?$end$!$, ið er annars er búsetandi í Århus, hevur verið sera virkin sum einstaklingur í barr- og café umhvørvinum í Havn. M.a. var hann í fyrstu finaluni í Singer Songwriter kappingini. Hetta verður fyrstu ferð, at hann fer einsamallur á pallin í Suðuroy. <BR>Stóra Pakkhús letur leygarkvøldið upp klokkan 21 og er opið fram til 4 um morgunin.