HM bólkur E
Hóast fótbóltsheimurin er farin at taka USA í álvara, so skerst ikki burtur, at fólk framvegis hava ilt við at taka altjóða styrkislistan í ramasta álvara. Í øllum førum, tá sami listin setir USA á eitt fimta pláss á lisatnum yvir sterkastu fótbóltstjóir í heiminum.
Tí eitt er, hvussu úrslitini móti tradionelt veiku mótstøðuliðunum hjá USA laga seg. Veruleikin er samstundis tann, at ¼-finalan hjá USA fyri fýra árum síðani er besta úrslitið hjá stóra landinum í HM-søguni. Og tá telur tað ikki heilt so nógv, at talan í summar verður um fimta endaspælið á rað hjá landinum.
Heilt fyri ongum er landið tó ikki, og við velduga tilfeinginum, sum eitt land av hesi stødd hevur, so er tað kanka bara ein spurningur um tíð, áðrenn vit veruliga hava eitt stórveldi á altjóða fótbóltskortinum. Men roknast skal tó ikki við, at tað stórveldið longu nú stendur í fullum blóma.
Slitnir kekkar
Tá er støðan hjá Kekkia sum nummar tvey á sama lista kanska lættari at góðtaka. Kekkia hevur seinastu 6-8 árini staðið fyri framúr góðum fótbóltsspæli, og við spælarum sum Poborsky, Rosicky, Nedved, Koller og Baros hevur liðið avgjørt profilarnar, sum á einum góðum degi kunnu gera av við mest sum allar verjur.
Enn hevur tað verið trupult hjá liðnum at røkka allan vegin. Tvær ferðir í 1938 og í 1962 -hevur talan verið um HM-silvur, og tó EM-varð vunnið í 1976, so er tað kanska meira aktuelt, at talan somuleiðis varð um europeiskt silvur í 1996 og í 2004. Tað gevur fatanina av einum liði, sum dugir væl at spæla fótbólt, men sum onkursvegna hevur ilt við at gera um seg, har tað er heilt stuttligt. Og so skal heldur ikki gloymast, at gylta ættarliðið hjá kekkum nú er um at verða hálvgum slitið.
Svartar stjørnur
Seiansta liðið í bólki E er Ghana, og tað tykist valda lítil ivi um, at svørtu stjørnurnar, sum liðið verður rópt, fær eina trupla uppgávu.
Tí hóast liðið telur profilar sum Koffour og Essien, so er tað meira enn ivasamt, hvørt debutanturin í HM-høpi fer at rækka nógv longur enn til innleiðandi dystirnar. Venjingardystir við tapi fyri Suðurkorea og javnleiki móti Turkalandi hava heldur ikki verið nøkur sannførandi úrslit, og spurningurin er kanska meira enn nakað, hvørt liðið ikki noyðist at siga farvæl longu eftir fyrstu tríggjar dystirnar.
Tað kann væl vera, at sjálvur Pelé fyri 15 árum síðani staðfesti, at tað bara er ein spurningur um tíð, áðrenn Afrika eigur eitt land millum fýra tey seinastu í HM. Men enn er spádómurin hjá brasilsku legenduni ikki gingin út, og tað tykjast í løtuni vera onnur og sterkari kort enn Ghana á kortunum, um hetta skal henda í 2006.