Tað hevur, síðan telefonin kom, verið kjakast um tað er skaðiligt at nýta fartelefon ella ei.
Telefonfeløg runt um allan heimin hava gjørt 30 kanningar, sum ikki hava víst á, at tað er heilsuskaðiligt at nýta fartelefon. Men nú vísir ein svensk kanning, at fartelefonin ávirkar heilan nógv meira enn hesa 30 kanningarnar hava víst. Hetta skrivar videnskab.dk
Tað er serliga heilin hjá børnum og ungum sum verður ávirkaður av mikrobylgjunum.
Fredrik Söderquist granskari og (doktorgradsstipendiat) á Örebro Universitet sigur soleiðis um kanningina:
- Trupulleikarnir, ið oftast komu fyri, í samband við nógv nýtslu av fartelefon, vóru høvuðpína, ampi av astma og eisini fingu fleiri børn og ung trupulleikar við at savna seg. Men tað er tó neyðugt at kannað nærri, áðrenn sagt verður við vissu, at hetta eru tey einastu árinini, ið fartelefonin hevur við sær. Tað er jú ikki vist, at heilin bert verður neiliga ávirkaður.
Áðrenn komandi kanningarnar gera heilt greitt, um tað beinleiðis er skaðiligt at tosað í fartelefon, mælir Fredrik Söderquist til, at ein nýtir headset, tá ið ein tosar í telefon.










