Eirikur P. Jacobsen, Tórshavn
------------
Undirritaði var millum tey mongu, sum atkvøddi fyri Anniku Olsen á løgtingsvalinum 29. oktober. Vit sum atkvøddu fyri Anniku Olsen (1.344 fólk) vóru næstan fýra ferðir so mong, sum tey, sum atkvøddu fyri Jørgeni Niclasen (382 fólk). Kortini hevur Jørgen Niclasen fingið fýra ferðir so nógv burturúr í samgongutelvingini, sum hevur verið aftan á løgtingsvalið. Umframt, at Jørgen Niclasen hevur fingið tann tyngsta landsstýrissessin (fíggjarmál), so er eisini líkt til, at Jørgen Niclasen eisini framhaldandi varðveitir formanssessin í Fólkaflokkinum, uttan nakað mótvalevni?
Jørgen Niclasen fór annars frá, sum landsstýrismaður í uttanríkismálum, sum er ein minni krevjandi landstýrissessur, enn fíggjarmál. Grundgevingin tá var, at Jørgen Niclasen segði, at hann metti ikki, at hann hevði tíð til at verða bæði formaður Fólkafloksins og landsstýrismaður í uttanríkismálum?
Gongur roknistykkið upp?
Nú ber knappliga til hjá Jørgeni Niclasen at hava tann mest orkukrevjandi landsstýrissessin, nevnliga at útvega landinum fíggjarligar inntøkur, og samstundis at verða formaður Fólkafloksins. Hvussu forklárar ein fíggjarmálaráðharri eitt slíkt roknistykkið?
Tá vit høvdu sjey valdømi var mangan sagt, at ein atkvøða á Sandoynni taldi líka nógv, sum tríggjar atkvøður í Suðurstreymoy. Hetta var ein av høvuðsorsøkunum til, at vit skuldu hava eitt valdømi.
Nú er Fólkaflokkurin gott og væl farin aftur til teir gomlu dagarnar, tí tær 382 atkvøðurnar hjá Jørgeni Niclasen telja nógv meira, enn tær 1.344 atkvøðurnar hjá Anniku Olsen. Hvussu forklárar ein fíggjarmálaráðharri eitt slíkt roknistykki?
Jørgen Niclasen er gamal ítróttarmaður, og hann veit, at tvey fjórða pláss geva einki heiðursmerki. Annika Olsen, sum eisini er gomul ítróttarkvinna hevur vunnið gull (also fyrsta plássið) á tveimum valum innan seks vikur í hesum árinum, og kortini er tað maðurin við báðum fjórða plássunum á fólkatings- og á løgtingsvalinum, sum gongur sigursgongu runt vøllin nú. Hvussu forklárar fíggjarmálaráðharrin eitt slíkt roknistykkið?
Og er tað ikki so harra fíggjarmálaráðharri, at 1.344 minus 382 er ein munur uppá 962? Og hví sæst hesin demokratiski munurin upp á heili 962 atkvøður ikki aftur í tí demokratiska roknistykkinum?
Vónandi virðir landsfundurin hjá Fòlkaflokkinum tað demokratiska valúrslitið hjá Fólkaflokkinum á løgtingsvalinum 29. oktober.
Fólkaflokkurin er væl ein demokratiskur flokkur, og ikki eitt handilsvirki, ella?