Petur Holm
Nú ein morgunin frættist, at hin almenni Føroya Grunnurin hevði selt 67% av partabrøvunum í JFK fyri 82 milliónir kr. Hetta er í veruleikanum startskotið til eina føroyska einskiljingartilgongd, og eg fari at ynskja keyparunum - Hanusi Hansen og Norðoya Sparikassa - tillukku og góða eyðnu við keypinum og við, at teir á henda hátt hava sett skjøtil at hesa tilgongd, sum hevur bíðað so leingi.
Hátturin, sum hetta er gjørt uppá er eisini sera vanligur. Eitt management buy out. Leiðslan keypir meirilutan við eini kraftigari fígging í bakhondini. Frá keyparans síðu sær alt út til at hava gingið vanliga fyri seg, og harafturat hava hesir megnað at hildið kortini tætt at kroppinum, soleiðis at almenningurin ikki hevur fingið frænir at keypinum.
Men sæð sum ein lið í eini sera trekari og tungari einskiljingartilgongd vóru tað mong, sum gapaðu heldur leingi tá tíðindini bórust í ÚF hendan morgunin. Nú eru nakrir dagar farnir, og tað er framvegis trupult at síggja, hvat er so sermerkt við Føroya Grunninim í mun til t.d. Framtaksgrunnin ella Fíggingargrunnin, tá sølu av ognum viðvíkir.
Líknandi hevur verið roynt fyrr. Notio gav fyri tíð síðan eitt tilboð um keyp av Fiskavirking, og úrslitið av hesum gjørdist at ein tung, tíðarkrevjandi og kostnaðarmikil sølutilgongd fór í gongd, sum ikki gevur trygd fyri einum betri prísi fyri fyritøkuna. Tað frættist um eina roynd at gera eitt management buy out á Fiskasøluni. Hetta endaði við einum management bye bye.
Meldingarnar hava verið greiðar, men torrskildar, frá landsins leiðslu í sambandi við sølu av almennum fyritøkum. Og hesar meldingar hava eisini fata um tær fyritøkur, sum eru áttar av grunnum, sum bara óbeinleiðis eru undir almennari ávirkan. Sølurnar skulu vera gjøgnumskygdar - hvat tað so er. Prospektir skulu skrivast - uttan at man í flestu førum hevur gjørt sær far um hví, so er, og at hetta í nógvum førum ikki er neyðugt. Rætti prísurin skal fáast fyri fyritøkurnar - nakað sum ein ongantíð kann siga nakað um við vissu. Og sølurnar skulu helst fara um ein virðisbrævamarknað. Eftir mínum tykki mest meldingar, sum skulu geva landsins leiðslu meira tíð til at finna eitt stev viðvíkjandi einskiljingumartilgongdini.
Men, ok, hetta eru so spælireglarnir, og vit sum hava víst tilgongdini áhuga hava tilpassað okkum, og hava bíðað. Hendan seinasta (og fyrsta) sølan av eini almennari fyritøku er tí eitt sindir ørkymlandi. Merkir hetta, at tað einans í einstøkum førum er neyðugt at skriva prospekt? At tað ikki altíð er so umráðandi at tryggja rætta prísin? At gjøgnumskygni kann avmarkast til einstakar fyritøkur og at virðisbrævamarknaðin kann man brúka, tá stundir eru til tess?
Merkir hetta eisini, at ein søla kann avgreiðast skjótt og uttan politisk buzzwords, sum gjøgnumskygni, prospekt osfr., um talan bert er um rætta keyparan? Ella merkir tað, at einskiljingartilgongdin í veruleikanum er speeda munandi upp nú? At ein útlendskur banki t.d. kann keypa Føroya Banka í morgin, ella at føroyskir reiðarar kunnu keypa Fiskavirking á Ólavsøku, meðan onnur hyggja eftir kappróðri?
Eg haldi, at tað sum hendi í sambandi við søluna av JFK var sum so í lagið. Ein melding átti tó at komið, soleiðis at aðrir møguligir keyparar kundu bjóða seg fram í eina stutta tíð - t.d. tvær til fýra vikur. Á henda hátt kundi vissa í størri mun fingist fyri at hægst møguligi prísur fekst fyri fyritøkuna. Men eg haldi, at landsins leiðsla nú eigur at revurdera og melda greitt út, um einskiljingartilgongdin sum heild er broytt. Hon eigir eisini at innsíggja, at ein skilagóð søla av almennum fyritøkum kann gerast uttan alt hetta smarta hóvastákið, sum sermerkir verandi einskiljingartilgongd.