Palli Petersen
Valdur sum ein av 5 at umboða tryggingartakarnar í sambandi við einskiljingina av Lív
Ein strategibólkur hjá Vinnuhúsinum hevur nú skrivað eina frágreiðing um dynamikkin á kapitalmarknaðinum, og er hetta ætlað sum eitt upplegg til ætlanina hjá Føroya Landsstýri, um at Føroyar skulu verða millum heimsins fremstu tjóðir, tá vit koma til ár 2015.
Evnið, dynamikkurin á kapitalmarknaðinum í Føroyum, má sigast at vera sera viðkomandi, og er tað at gleðast um, at tað verður viðgjørt. Nógv verður gjørt burtur úr ætlaðu einskiljingini av Føroya Lívstrygging, hereftir nevnd Lív. Einskiljingarleisturin fyri Lív verður skýrdur beinleiðis skaðiligur Men grundgevingarnar fyri hesum eru ikki nóg góðar, eg vil her stutt lýsa útvald viðurskifti hesum viðvíkjandi, sum hava við Lív at gera.
Tryggingartakarnir fáa helvtina av partapeninginum til ognar ókeypis
Hetta ljóðar sum ein gáva, men her skal havast í huga, at Lív líka fram til 1999 var ein sjálvsognar stovnur, tvs. 100 % ogn hjá tryggingartakarunum. Løgtingslógin frá 1999 er frá tryggingartakarans síðu at meta sum ein ognartøka Um hetta løgfrøðiliga er í lagi er enn ikki roynt í rættinum. Uppskotið um at lata tryggingartakarunum helvtina av Lív er ein neyðsemja fyri at sleppa undan einum sakarmáli.
Tragikomisk ognartøka
Tá hugsað verður um tann stóra tørv, sum landið hevur fyri einskiljing, so virkar tað tragikomiskt, at landið ognartók Lív í 1999, og harvið skapti tørv fyri eini óneyðugari einskiling. Lív virkaði tá eins og nú í kapping við aðrar aktørar á marknaðinum. (60 ára uppsparing hjá peningastovnunum og donsk tryggingarfeløg).
Vónleyst at bjóða til kapping
Sagt verður, at tað er vónleyst at bjóða til kapping, tá tryggingartakarnir eiga helvtina av einum tryggingarfelagi. Hetta er beinleiðis skeivt, tí tað sum tryggingartakarnir við avtalaða leistinum fáa burtur úr at eiga helvtina av Lív, er ávirkan á felagið, so tað verður rikið á best møguligan hátt. Har verður einki árligt vinningsbýtið, allur vinningurin verður nýttur til at geva eina so høga rentu sum gjørligt til tryggingartakarnar. Tað er als einki, hesum viðvíkjandi, sum forðar verandi tryggingartakarum í at fara til annað felag, um teir halda tað vera ein fyrimun.
Men tað er eyðvitað, at Lív í verandi støðu, hevur ein sjálvsagdan fyrimun fram um flestu aðrar, sum ætla at bjóða seg fram. Tí nýggir aktørar vilja fyrst og fremst hava egnan vinning fyri eyga, og skulu harnæst kunna kappast við at geva somu rentu sum Lív.
Tað skal eisini viðmerkjast, at tað er beinleiðis skeivt, tá Lív ferð eftir ferð verður umrøtt sum eitt monopol. Tí tað er einki løgfrøðiliga, sum forðar peningastovnunum ella øðrum at bjóða seg fram á hesum økinum, um teir halda seg verða kappingarførar.
Frí kapping innan eftirlønartrygging
Eg kann ikki verða annað enn samdur í, at vit eiga at hava fría kapping innan eftirlønaruppsparing, og er rætti hátturin at tryggja hetta, við at lata tað vera upp til tann einstaka tryggingartakaran at avgera, hvar hann setir sína eftirlønaruppsparing. Hetta kann Løgtingið tryggja við lóggávu, og hevur hetta als einki við ognarviðurskiftini hjá Lív at gera.
Partabrøv til tann einstaka
Í staðin fyri at lata partabrøvini í Lív til eitt felag átt av tryggingartakarunum verður mælt til, at geva hvørjum einstakum tryggingartakara eitt partabræv svarandi til hansara ogn í Lív. Hetta vil viðføra meira enn 10.000 smápartaeigarar, sum tilsamans eiga helvtina av felagnum. Ein annar eigari, sum situr við hinari helvtini vil tá hava fult ræði á felagnum. Hesin háttur svarar tá í roynd og veru til at felagið verður latið 100 % til annan eigara.
Í hesum sambandinum kann verða nevnt, at Jákup á Dul Jacobsen saman við Tryggingarfelagnum Føroyar roknar við at fáa avgerandi ávirkan á nógv umrødda dýnufelagið í USA við einans 10% av partabrøvunum. Hetta letur seg gera, tí restin av partabrøvunum er so smábýtt millum hinar eigararnar.
Ræðumynd fyri 2015
Um einskiljingin av Lív viðførir, at tryggingartakarnir missa álitið á Lív, so kann væntast, at nógv finna sær aðra skipan til eftirlønaruppsparing. Tað vil hækka kostnaðarstøðið hjá Lív, men geva betri grundarlag fyri stovnan av nýggjum feløgum innan eftirløn, tað kann t.d. vera av fakfeløgum, peningastovnum o.ø. Tá kunnu vit í 2015 enda við nógvari kapping innan eftirlønartrygging, men ongum felagi, sum veruliga er kappingarført, tí kostnaðarstøðið er vorðið ov høgt. Tá verður framhaldandi alneyðugt við lóggávu, sum verjir okkara marknað móti kapping uttanífrá. Ein natúrlig avleiðing av hesum verður ein lægri eftirløn hjá okkum øllum, ið spara upp í Føroyum.
Visión 2015
Lív er í dag eitt vælvirkandi felag í skjótari menning. Fær Lív loyvið at halda fram við verandi gongd, so ivist eg ikki í, at vit anno 2015 kunnu hava eitt føroysk tryggingarfelag, sum kann standa seg í fríari kapping eisini mótvegis útlendskum tryggingarfeløgum Besta fortreytin fyri hesum er, um Lív kann virka sum eitt sínámillum felag átt 100 % av tryggingartakarunum. Semjan við Landsstýrið um 50 % av partapeninginum í Lív til eitt felag átt av tryggingartakarunum, gevur eisini eitt gott útgangsstøðið, tó at tað ikki er heilt so greitt.
Ta fríu kappingina skulu vit sum sagt fáa við at gera tað frítt hjá tryggingartakarunum, hvar teir persónliga velja at seta sína uppsparing, tað kann uttan trupulleikar gerast beinanvegin fyri tann føroyska marknaðin, og vónandi innan alt ov leingi eisini á einum liberaliseraðum marknaði í Evropa við minst einum kappingarførum føroyskum tryggingarfelagi.
Tryggingartakarnir hjá Lív skulu vera í felagnum eina og aleina, tí at teir meina felagið tænir teirra áhugamálum best um ikki so skulu teir frítt kunna velja aðra loysn.
Tórshavn tann 5. november 2005