Er einki viðgerðartilboð til ung

Barnaheimið kann ikki viðgera ungar rúsevnismisnýtarar

Tey, ið mynda pallborðið á fundinum um ung og rúsevni í Miðlahúsinum eru samd um, at tað mangla viðgerðartilboð til ungar rúsevnismisnýtarar í Føroyum.

 

Í løtuni er einki tilboð til ung undir 18, ið gerast rúsevnismisnýtarar, uttan Landssjúkrahúsið.

- Á Barnaheiminum hava vit ongan møguleika at viðgera ungar rúsevnismisnýtarar. Vit kunnu royna at geva teimum jaligar upplivingar, geva teimum góðar fyrimyndir og byggja teirra sjálvsálit upp. Vit kunnu geva teimum eina felagskenslu, men vit kunnu ikki viðgera tey, ið eru bundin at rúsevnum, sigur Hildur Hermansen, leiðari á Barnaheiminum í Tórshavn. 

 

Hon sigur, at tað er ilt at peika á einstakar orsøkir, til at fólk byrja at taka rúsevni, men ofta er talan um grovar menniskjaligar ella sosialar avbjóðingar. Martin Kúrberg, sum sjálvur búði á Barnaheiminum sum barn, er samdur.

- Vit mangal viðgerðartilboð og vit mangla útbúgvið fólk. Tað eru ov fá, ið duga at viðgera ung, sigur hann. Samstundis vísir hann á, at arbeiðið, sum verður gjørt á Barnaheiminum er týdningarmikið.

- Tey ungu leita ofta til rúsevni, tí tey ikki kenna seg at vera góð nokk. Tey kenna seg kanska svikin á ymsan hátt. Tí leita tey til samfeløg, har tey passa inn og ofta eru tað bólkar, har rúsevni verða tikin. Har fáa tey eisini okkurt, sum gevur teimum eina betri kenslu, sigur Martin Kúrberg.