Januar er komið við rættleiðing til Sosialin, har tey leggja dent á, at vinningsbýtið, sum er tikið út úr pelagisku vinnuni, er 5,3 milliónir og ikki ein hálv milliard, sum Sosialurin skrivar.
Orsøkin er, at Kári Petersen, búskaparfrøðingur, hevur brúkt tøl frá Januar til at greina og meta um avreiðingarvirðið og vinningsbýtið í vinnuni frá 2008 til 2014. Saman við talvuni stendir, at tølini skulu takast við tí fyrivarni, at tað ikki sæst á talvuni, um vinningsbýtið er tikið upp í móðurfelagið.
Sambært Kára Petersen, búskaparfrøðingi, og Jóannes Jacobsen, ph.d í búskaparfrøði, broytir tað ikki substansin í málinum.
- Eitt holdingfelag er bara ein pengakassi, har man goymir síni virðir, antin tað er pengar ella partabrøv. Um pengarnir liggja í einum pengakassa, sum man kallar eitt móðurfelag, ella um man reint fysiskt tekur pengarnar út og leggur teir í pengaskápið heima við hús er fullkomiliga líkamikið. Eitt holdingfelag er bara ein juridiskur, elektroniskur formur fyri eitt gamaldags pengaskáp, sigur Jóannes Jacobsen.
Hann heldur, at peningurin er tikin úr vinnuni skilt á tann hátt, at peningurin er tikin úr »rakstrarfeløgunum«, altso teimum feløgunum, sum faktiskt fáast við vinnuligt virksemi, og lagdur yvir í »holdingfeløg«, sum ikki fáast við vinnuligt virksemi, men bara eru goymsla, har eigararnir av rakstrarfeløgnum hava pening, partabrøv og onnur aktiv liggjandi.
- Faktisk haldi eg, at holdingfeløg per definitión ikki eru partur av »vinnuni«. Tey eru jú konstruerað til, at man kann taka yvirskot úr rakstrarfeløgunum og á tann hátt tryggja sær, at tann peningurin ikki verður mistur, um tað skuldi byrjað at gingið galið í rakstrarfelagnum. So eitt holdingfelag er per konstruktión eitt amboð til at taka pening úr vinnuni við, sigur Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur.
Verður peningurin tikin út til partaeigarar og ikki koyrdir í eitt móðurfelag, skal skattur gjaldast av vinningsbýtinum.
Sambært Kára Petersen er tað sera álvarsamt, at eigararir í dag hava møguleika fyri at taka pengingin út, um teimum lystir. Einki í lógini forðar fyri, at eigarar taka alt vinningsbýtið út – bæði í eitt holdingfelag og í niður í egnan lumma, og nú avreiðingarvirðið í uppsjóvarvinnuni er mett at verða tvær milliardir, verða tey virðini, sum kunnu takast út fimfaldað samanborið við 2009.
Skipini kunnu seljast fyri 5-7 milliardir, sum einstaklingar kunnu taka út úr vinnuni, um teir hava hug til tað, sigur Kári Petersen.









