Afturfyri, at so er vorðið, skipar landsstýrið fyri, at tey, ið ætla sær at taka eitt líkinda studentsprógv í summar, sum eina seinastu heilsan skulu fáa ein undir vangan frá teimum almennu Føroyum.
Eins og við skattalættanum til sjómenn, ið skal dragast innaftur av reiðarunum, býr eisini nakað undir ætlan landsstýrisins við at knúska næmingarnar í studentaskúlunum. Herðindini av jólahýrinum skulu takast innaftur við at spara pening upp á ungdómin, og hesir næmingar skulu so verða rambukkurin, sum skal spreingja næmingatalið í tí samlaða skúlaverkinum uppeftir.
Henda politiska ætlanin hjá landsstýrismanninum fer at hava rembingar við sær líka niður í 1. flokk. Við at hækka næmingatalið í flokkunum sparir tað almenna pening á pappírinum, men hugsar ikki um fylgjurnar av stuttskygdum loysnum, sum í hesum føri ganga út yvir næmingarnar og serliga tann tyngra partin.
Um fá ár - tá ið tey vánaligu úrslitini síggjast - sleppa likvidatorarnir síðani at hóreiggja sær av vánaligum skúlaskapi og vánaligum lærarum, soleiðis at sleppast kann undir eina privatisering av skúlaverkinum, har privatskúlar við almennum studningi fara at skjóta upp sum hundalond.
Talan er um eitt brotsverk frá almennari síðu móti ungdómi okkara, ávirkanin framyvir man heldur ikki fara at sláa falskar mentur. Ungdómurin, ið ætlar sær at nema bókliga útbúgving, fer heldur av landinum í hesum ørindum, enn at vága sær at gerast kastibløka hjá kensluleysum og stuttskygdum politikkarum.
Neyvan nakra aðrastaðni í verðini verður almenn útbúgving løgd lamin av roknivillum og tvørum fólki í tí avgerandi løtu, hon skal takast inn um stokkin. Tey yngru, ið koma aftaná, ætla sær sjálvandi ikki at vera fyri tílikari viðferð og fara tí at royna at fáa sær útbúgving onkra aðrastaðni enn í Føroyum.
Ikki neyðturviliga í Danmark, men bara onkra aðrastaðni úti í heimi, har tey ikki hava hoyrt um Eilif Samuelsen og hansara politisku hundakynstur.
Ein landsstýrismaður skal røkja sítt starv á fullgóðan hátt, og tað ger Eilif Samuelsen á ongan hátt. Eitt er, at fólkaflokkurin, verkamannafylkingin og KrF heldur enn fegin halda lív í hesum landsstýrismanni, men tíðin man avgjørt vera komin hjá løgtinginum at taka støðu til, um játtaði peningurin innan skúlaverkið verður nýttur á skilagóðan hátt.
At leiða fleiri hundrað ungdómar í óføri uttan veruligar grundgevingar, men einans av býttisligum stoltleika kann ikki verða ókeypis. Tað syrgir vónandi løgtingið, sum m.a. hevur ábyrgdina av, at landsstýrismenn røkja sítt starv á fullgóðan hátt, fyri.