Ella ætlar hann at tippa munnin á løgtingsmonnum.
Hann segði við Kringvarpið í dag, at hetta at lækka tingmanningatalið var ikki fyri at spara pening, tá duttu argumentini hjá manninum á gólvið.
Jú, helt hann fram, tað var betur at minka talið, tí tað vóru ikki so nógvar meiningar tá. Bjørn Kalsø, er tað tín hugsan bara at lukka nakrar munnar á tingi, so er tú ikki ein, sum vil demokrati.
Eina tíð var tosað um útoyggjasamgongur, tað er gloymt nú, tí tær oyggjar hava fingið sítt.
Tað sum tú er í ferð við at fremja, eg eri klárur yvir at tú hevur hugsað tankan, tað er at styrkja miðstaðarøkið og lukka munnarnar úti um landið.
Nú skilji eg betur, hví fólk í krókunum høvdu hug at geva Bjørn Kalsø ein part av skuldini fyri at geva Bólki 5 eina skerjing upp á 25%.
Nei Bjørn Kalsø, tú kann gott minka lønina hjá ting-/landsstýrismonnum við 50% fyri mína skuld, men lóggeva munnin saman á útjaðaranum í Føroyum, tað er sera vánalígt og eg sigi enn einaferð tað er vánaligt av løgtingsmanni, sum kemur úr útjaðaranum.










