Árliga almenna tiltakið, sum skúlastýrið í Skála skúla skipar fyri, verður í annaðkvøld, týskvøldið 17. november og byrjar klokkan 19.
Umframt at skúlastýrið greiðir frá um sítt arbeiði, er vanligt, at gestir eisini luttaka og kunna um eitthvørt evni.
Ein nýggj trivnaðarverkætlan verður í hesum døgum roynd á skúlum og dagstovnum í Runavíkar kommunu, Eysturkommunu og Hvannasunds kommunu.
Tað er SSP-samstarvið, sum er farið undir eina nýggja trivnaðarfremjandi skipan við heitinum: Tiltøk í Tøkum Tíma - stytt TÍTT.
Støðan hjá einstaka barninum verður lýst við trimum litum á einum trivnaðarskjali; grønum, gulum og reyðum.
- Tá barnið trívist, er støðan grøn. Eru tað hin vegin viðurskifti, sum undra starvsfólkini, verður guli liturin brúktur.
Lagt verður aftrat, at hava tey orsøk at vera stúrin, kann støðan gerast reyð. Hetta er eitt amboð, sum starvsfólk á kommunalu stovnunum royna í verki í hesum døgum.
Óli Rubeksen, SSP-ráðgevi, greiðir frá TÍTT-verkætlanini. Jákup Foldbo, leiðari á sosialu deild í Runavíkar kommunu, vitjar, og hann fer at greiða frá barnaverndarskipanini sum heild.
- Fundurin verður í Skála skúla, og skúlastýrið bjóðar drekkamunn og sigur, at fundurin er ókeypis og almennur.










