Er bangin um tryggleikan hjá børnum sínum

Jude Law er ræðslusligin fyri at okkurt skal henda børnum hansara, eftir at innbrot hevur verið í húsinum. Saman við fyrrverandi konuni, Sadie Frost, eigur Jude børnini Rafferty, 11, Iris, 7, og Rudy, 5, sum dagliga búgva saman við mammuni í London-býarpartinum Primrose Hill. Aftaná eitt óbehagiligt innbrot eru børnini ógvuliga sorgarbundin, og Jude roynir at gera alt hann kann fyri at stuðla fyrrverandi konuni. Jude er ógvuliga bangin um Sadie og hann var uppøstur, tá ið hann hoyrdi um innbrotið. Hann hugsaði fyrst og fremst um børnini og Sadie.

Sadie var nevniliga í húsinum, tá ið tjóvarnir komu og stólu pening, gjaldingarkort og eina farteldu, har myndir av børnunum og vinfólkunum hjá Sadie ? harímillum Kate Moss, Rhys Ifans og Davinia Taylor. Harumframt eigur Sadie ein 17 ára gamlan son við fyrrverandi Spandau Balletstjørnuni Gary Kemp. Tað skrivar HER&NU.