Um tú koyrir ein túr runt í Havnini, lesur eina avís ella opnar ein portal, so er úrsltið tað sama. Tú sær beint í skortin á einum politikara, sum fyri eitt ávíst krónutal roynir at vinna tína atkvøðu.At fólk eru gramm at sleppa á Løgting og nýta nógvar pengar til tað, er væl skiligt. Tað er eitt vællønt starv við góðari pensjón og feitum koyripengum. Býraðssessurin er ikki nær so væl løntur, men hóast hetta hava lýsingafólk, prentarar og hondverkarar góðar dagar nú valið nærkast.
Tað er tó næstan bara teir garvaðu livibreyðspolitikarar, sum hava ráð til at nýta hetta amboð.
Tað tragikomiska er tó at flestu lýsingar eru heilt í andsøgn við boðskap og veruleika !
Her eru nøkur fá dømir úr rúgvuni.
Spídskandidaturin hjá sambandinum nýtir kanska útvið kr. 100.000,- at fortelja havnarborgarum at hann stendur fyri ”fíggjarligt vit og skil”.
Nýggja stjørnuskotið hjá lista A hevur nýtt sítt valstríð at fortelja havnarfólkið, at verandi samgonga brúkar óv nógvar pengar. Men um hann fer at hóreiggja sær eins við kommunukassanum, sum við sínum valbudgetti so verður skjótt tómligt í tí kassanum. Annars hugaligt at síggja hvussu gott hugflog hann hevur fingið frá konuni. Hon er kendur klummuskrivari og man hava givið manninum eitt væl uppiborið herðaklapp, tá hann skrivaði ”Gula skipið í Havn”
Javnaðarmaður við sæti í býráðnum, hevur lovað so nógv til vinstru og høgri at sjálvt A.P. Møller hevði farið rabundus um hann skuldi goldið fyri øll vallyftini.
Ein argjamaður, býráðslimur fyri Fólkaflokkin hevur stór skelti á Argjum har tað stendur ”A fyri Argir” Alt gott um tað. Men tá sami maður lýsur heiman fyri Sandá er boðskapurin broyttir til ”Vel trygga framtíð” og ”Sterkari miðstaður”
Borgarstjórin heldur seg ikki aftur ! Tað sigst at ein ávís hondverkarafyritøka, leggur sær árið tilrættis eftir býráðsvalinum. Undan valinum eru fleiri mans settir av, til at seta skeltir og bannarir upp fyri borgarstjóran. Tey árini valstríð er, fáa starvsfólk hjá hesu fyritøku helst eina eyka stóra jólagávu. So at borgarstjórin ”skapar úrslit” er sjón fyri søgn.
Eg kundi hildi áfram í tímar. Grannskoðari sum er formaður í lokalfelagnum hjá Jørgen í Havn, hevur í stórum lýsingum roknað seg fram til, at vit skula hava heili fýra parkeringshús í miðbýnum. Tá nú maðurin umboðar Fólkaflokkin, kundi onnur, eisini vit uttan grannskoðaraútbúgving, skjótt rokna okkum fram til at tað eina húsið, skuldi liggja í garðinum hjá samkomuni ið valevni hoyrir til......
Míni partafólk eru helst ikki petti frægari, men teimum kunna hini sleppa at skjóta eftir, um tey hava hug til tess. Niðurstøðan er tó greið, nógvir pengar brúktir av poltikarum í einari roynd at keypa tína atkvøðu !
Eg smæðist ikki við at kunngerða at eg havi sett kr. 6.000,- av til mítt valstríð. Kundi verið spennandi um onnur tora at siga hvat tey brúka.
So nú má fólkið sleppa at ráða. Valið er um tey vilja hava umboð í býráði, sum vísir fíggjarligt vit og skil í verki, eisini í valstríðnum. Ella um tey vilja hava livibreyðspolitikara, sum fjórða hvørt ár, er til reiðar at seta húsini í pant. Hetta í vónini at lumpa seg til ”four more years” í gróthúsinum á vaglinum.