Er ALS-skipanin bert fyri tey útvaldu?

Nú arbeiðsloysið noyðir fólk av føroyska arbeiðsmarknaðinum vísur veruleikin, at stórur mannamunur verður framdur

Dømi er um útlendingar, sum hava starvast hjá eini stórari føroyskari fyritøku - í mong Harrans ár – eru fyri stórum órætti, og tí eru komin í eina ótolandi støðu.

Nú fyritøkan, sum so nógvar aðrar, er noydd at trimma seg til tíðina, sum er - hevur verið neyðugt at siga nakrar útlendingar úr starvi.

Útlendingarnir hava verið undir fullari skattskyldu, og hava rindað alt, sum lógin ásetur - eisini ALS-gjald, og tí eiga tey sjálvnadi, at fáa útgjald frá ALS.

Men nei, tey fáa at vita, at tað letur seg ikki gera. Tað verður sagt, at ein paragraff í lógini forðar fyri hesum. Orsøkin verður søgd at vera, at viðkomandi hava bert arbeiðsloyvi hjá einum arbeiðsgevara.

Her er – í minsta lagi - talan um stórt órættvísi.

Tað fyrsta fólk spyrja er, hvussu man kann noyða fólk at gjalda inn í eina

skipan, tá somu fólk ikki kunnu fáa nakað úr skipanini, tá tey verða rakt av arbeiðsloysi.

Tí spyrja nógv um talan ikki er um brot á grundleggjandi mannarættindi, tá man noyður fólk at gjalda inni í eina arbeiðsloysisskipan, sum tey kortini ikki kunnu fáa nakra hjálp frá, tá tey gerast arbeiðsleys.

Tað átti at sagt seg sjálvt, at tað ber ikki til at krevja av fólki, at tey gjalda inn í eina skipan, sum ikki kann gjalda teimum úr skipanini, tá ið tey – sum øll onur - hava brúk fyri tí.

Her er – snøgt sagt - onki rættvísi, og tí er talan um eina stóra skomm fyri Føroya land.

Tað skal vera mín vón, at avvarandi landstýrismaður tekur stig til at fáa loyst

hetta átrokandi mál. Tað eru tveir møguleikar, annaðhvørt eiga hesi fólk at fáa endurgoldið tann pening, sum tey hava goldið inn í ALS, ella fáa hesi fólk útgjald úr ALS á jøvnum føti við øll onnur í føroyska samfelagnum.

Alt annað er ósømiligt fyri okkum føroyingar.