Er aftur til reiðar at hjálpa

Hann er málaður og pussaður upp, men er n+u aftur til taks, skuldi brúk verið fyri tí

Bjargingarbáturin, Rescue LÍV, er nú settur í tilbúgving aftur. Báturin hevur verið uppi til árligt efturlit,  og í tí sambandi er hann málaður og pussaður upp.

 

Tað er manningin sjálv sum hevur staðið fyri arbeiðinum og tað eru nógvir sjálvbodnir tímar sum eru lagdir í arbeiðið, sigur Steinbjørn V. Olsen, sum er ein av teimum, sum varðar av bátinum.

 

Báturin hevur staðið í hølum hjá MEST, sum tey hava fingið til láns til endamálið, so umstøðurnar hava verið góðar, tað hevur verið bæði turt og fjálgt, at arbeitt, bæði um dagin og um kvøldarnar.

 

Rescue LÍV er mannaður við 14 monnum og tveimun kvinnum. Manningin gongur vakt 24 tímar alt árið. Tað eru fýra hold sum skiftast.

 

Rescue LÍV hevur nú fingið nýtt pláss, øll árini hevur hann ligið í Vágsbotnið, men nú hevur báturin fingið pláss við Kongabrúnna.