Stigtakarin til vælumtókta tiltakið við toski av Føroya Banka, Johan Mortensen, heldur fram við at varpa ljós á føroyskar dygdarvørur. Nú er tað føroysk epli, sum eru í kikaranum.
Johan Mortensen vísir á, at jørðin á Sandfløtum á Sandi man verða millum bestu øki í Føroyum til eplir og grønmeti. Í hesum døgum seta bóndur epli niður, og síðani verða røtur og gularøtur sáddar.
- Okkara nýggja gourmetflaggskip Koks, sum er nýggja navnið á matstovuni á Hotel Føroyum og eisni Áarstova, fara tíðliga í heyst at fyriskipa tiltøk við hesum dygdarvørum heiman av Sandi.
Johan Mortensen, sum er íspinnarin til hesi tiltøk, sigur, at eplini úr Sandfløtum eru sera vælsmakkandi.
- Í Danmark verður nógv gjørt burtur úr teimum fyrstu eplunum av Samsø, og er ætlanin at royna at kveikja sama áhuga her á landi fyri okkara egnu dygdarvørum úr føroysku jørðini, sigur hann.
Tað er stórt spell, heldur Johan Mortensen, at vit ikki í nógv størri mun eru sjálvbjargin við eplum, rótfruktum og í ávísan mun eisini grønmeti.
- Vit innflyta árliga umleið 3.000 tons av eplum, sigur stigtakarin til hesi føroysku gourmet-tiltøk.