At skapa tryggar karmar um vinnuna og so læta vinnuna ráða sær sjálvum so tað fríða initiativið kemur fram, og at stuðla øllum skilagóðum verkætlanum er góður liberalur politikkur.
Men havt er hetta fyri hugtøk. Kann kanska best lýsast við eina eplaveltu og tað at velta eplir. Ein maður/kvinna (ein íverksetari) kemur fram við einum góðum hugskotið, men manglar stuðul, til líka fyri at sleppa ígongd. Íverksetarin leggur sínar ætlanir fram, hvussu nær og hvar hann ætlar at seta niður eplir, og biður um nøkur seteplir frá almennu myndugleikunum. Heldur man frá almennari síðu at hetta ljóðar skilagott, og man metir at tað kemur so frætt av frukt upp, at tað verður nokk til set árið eftir,og kanska eitt sindur til munnin, ja so letur man viðkomandi fáa nøkur seteplir. Men metir man hinvegin at eplamaðurin ikki hevur teir røttu fortreytirnar ella ikki hevur eina skilagóða ætlan, onga ætlan um hvussu hann skal passa veltuna, hjúkla um hana, hyppa og lúka hana so fær hann eingin seteplir. Tað ringast er um viðkomandi bara etur seteplini.
Við seteplinum til eplamannin fylgja eisini nakrar treytir, nakrir karmar, sum til dømis kundi verið at ikki er loyvt at brúka handilstøð og hvussu stór veltan kann vera, men innanfyri hesar karmar má eplamaðurin sleppa at virka frítt. Um hann ger flag veltu ella hyppiveltu, um hann brúkar rossatøð, neytatøð ella onkur onnur tøð, tað skula politikarin halda seg lagt burtur frá.
Vit í framsókn vilja at Føroyar skula hava sterkari íverksetara mentanina og - umstøður. Skapa tryggar, men fríðar karmar hjá vinnulívinum, í strembanini ímóti at fáa vøkstur og javnvág í hjá landskassanum, og at enda einum sjálvberandi búskapi. Ein støðugur búskaparvøkstur í strembandi ímóti Einar sjálvbjargnar Føroyar
“vit skula eta tey eplir vit sjálvir hava velt”