Eplafestivalur nærkast

Árligi Eplafestivalurin verður 2. oktober 2021 á Sandi.  Á skránni er m.a. góður matur úr føroyskum rávørum, góður tónleikur, stand-up, barnatiltak við gyklarinum Rógva, keypsbásar, pubb og dansur um kvøldið.

 

Dagurin byrjar kl. 10 við at Sands Kommuna bjóðar til eitt stórt ókeypis morgunmatarborð við føroyskum rávørum í hølunum hjá kommunuskrivstovuni á Mørkini Miklu 3. 

 

Gongutúrur byrjar kl. 11 við Gamla Skúla. Sølustøð lata upp kl. 12 ymsastaðni á Sandi. Her verða góðar føroyskar rávørur til sølu – eitt nú føroyskt grønmeti og føroyskt kjøt. Harumframt verður millum annað djóragarður, loppumarknaður, uppboðssøla av seyði, kajakkrógving, eplakastkapping og ymisk barnatiltøk. Um kvøldið verður dansur í Virkinum við bólkinum Reyn. Dagurin endar, tá síðstu gestirnir fara heim.

 

Ongin eplafestivalur, uttan ein góðan bita við føroyskum rávørum. Í ár eru fleiri heimakaféir at vitja, har til ber at støkka inn á gólvið og fáa ymiskan mat úr góðum føroyskum rávørum. 

 

 

 

Heimakonsertir og stand-up

 

Fýra hugnaligar heimakonsertir verða ymsastaðni í bygdini og eitt stand-up verður við Elisu Vang. Tónleikararnir sum framføra eru HORRSE (Ragnar Finssom), Sámal Ravnsfjall, Janus á Húsgarði og Herborg Torkilsdóttir. 

 

Um atgongumerki eru eftir, tá tiltøkini byrja, verða tey seld við dyrnar.

 

 

 

Eplakast

 

Eystanfyri húsini hjá Arabo, á stykkinum har brunnurin stendur, verður kapping í eplakasti. Talan er um longdarkast fyri kvinnur, menn, gentir og dreingir. Tilmelding er á staðnum og vinningar verða givnir fyri longsta kast.

 

Tiltøkini á eplafestivalunum eru ókeypis, tó er kostnaður fyri stand-up og heimakonsertirnar.

 

Meira kunning um Eplafestivalin sæst á facebook síðuni: facebook.com/eplafestivalurin

 

##med2##