Í tíðindaskrivi sigur Epileptikarafelagið, at felagið hevði aðalfund í seinastu viku. Fýra nevndarlimir stóðu fyri vali, og ein teirra bar seg undan afturvali. Hinir tríggir vóu afturvaldir.
Nevndin skipaði seg soleiðis: Randfríð Sørensen, formaður, Mari Johannesen, næstformaður, Ása Østerø, skrivari, Elma Berg Danielsen, kassameistari, Pauli Thomsen, nevndarlimur, Elisabeth Leo, tiltakslimur og Gullberg Gullfoss, tiltakslimur.
Tosað varð um neurologtænastuna á Landssjúkrahúsinum, sum aðalfundurin ikki helt vera nøktandi. Semja var um, at okkurt munagott má gerast á tí økinum.
Einasti neurologur, sum er í Føroyum, er bert konsulentur fyri Landssjúkrahúsið, og tað helt fundurin ikki vera nøktandi. Ynskiligt hevði verið við eini sjúkrasystir, sum kundi verið kontakspersónur hjá epilepsisjúklingum.