Epidemi av skarlaksfepri

Tað eru so mikið nógv børn kring landið, sum í hesum døgum eru sjúk av skarlaksfepri, at talan er um eina epidemi.

- Skarlaksfepur er veruliga í umfari akkurát nú, og nógv børn eru blivin sjúk, sigur Elmar Ósá, barnalækni á Landssjúkrahúsinum.

Nógv børn liggja nú við fepri, útbroti um allan kroppin og hálsbruna, sum eru eyðkennini fyri skarlaksfepur. Í flestu førum er ikki neyðugt við innleggjan á sjúkrahúsi.

- Vanliga eru tað børn í aldrinum 1-2 ár og nakað uppeftir, ið fáa hesa ígerðarsjúkuna. Tey flestu verða viðgjørd við penisilini og blíva frísk aftaná fáar dagar. Bert í teimum førum har barnið verður heilt illa fyri er neyðugt við innleggjan, sigur Elmar Ósá.

Eisini eru tað nøkur vaksin, ið hava fingið skarlaksfepur, hóast tey hava havt umfarssjúkuna sum børn.

- Tað er ikki so vanligt at fáa skarlaksfepur tvær ferðir, men tað kemur fyri, sigur Elmar Ósá.

Skarlaksfepur er ein ígerðarsjúka, har streptokokkar eru í hálsinum, og vanliga verður sjúkan viðgjørd við penisilini, eftir at kommunulækni hevur staðfest skarlaksfepur.

- Foreldur at børnum, sum liggja við skarlaksfepri, skulu hugsa um at geva barninum nógv at drekka, panodil fyri at linna pínuna, og annars taka penisilinkurin sum ásett, sigur Elmar Ósá.