Enskur miðil: Føroysk genta lekrasti fjepparin

Ein føroysk genta hevur fingið pláss í Dailystar, tí hon verður mett at kanska vera lekrasti fótbóltsfjepparin

Meðan Føroyar onkuntíð áður hava skapt yvirskriftir orsaka av brøgdum innan fótbóltsheimin, so er hetta eitt nýtt slag av uppmerksemi, tá ið umræður fótbólt. 

 

Tí bretski miðilin Daily Star hevur í dag lagt eina grein út við føroyskari gentu, har spurt verður, um hendan man vera tann lekrasti Manchester United fjepparin. 

 

- Meðan teir reyðu devlarnir sita á øðrum plássi í Premier League aftanfyri Manchester City, er Katrina Maria farin út at stuðla sínum liðið á Instagram, skrivar Daily Star. 

 

Víðari verður sagt, at vakra kvinnan hevur lagt yvir 300 myndir á Instagram, har í millum fleiri, tá ið hon er ílatin Manchester United blusu, og aðrar tá hon er úrlatin. 

 

- Katrina Maria hevur longu fingið yvir 20.000 fylgjarar á sosialu heimasíðuni. Hon er uppvaksin í Føroyum og flutti síðani til Danmarkar fyri trimum árum síðani, skrivar Daily Star. 

 

Á blogginum skrivar Katrina Maria, at hon stuðlar liðnum, tí eftir hennara tykki er tað besta lið í heiminum. 

 

 

Les greinina við at trýsta her