Enskur landsliðsleikari ávegis til Liverpool

Talan er um 28-ára gamla Joe Cole, sum seinastu árini hevur verið ein partur av Chelsea liðnum. Í summar gekk sáttmálin hjá honum út við Chelsea, men partarnir kundi ikki einasta um at gera ein nýggjan sáttmála.

 

- Tað vóru pengar, sum skiltu partarnir. Har er ein trupulleiki millum Chelsea og Joe Cole. Tá trupulleikin er um pengar, so er tað ikki mítt borð, sigur Carlo Ancelotti, venjari hjá Chelsea.

 

Joe Cole hevur ikki spælt nógv fyri Chelsea í ár vegna millum annað skaðar. Joe Cole var millum teir 23 leikararnir, sum enski landsliðsvenjari, Fabio Capello, tók við til Suðurafrika.

 

- Eg veit at vit eru settir í samband við Joe Cole og tað er sjálvandi gott, at vit eru settir í samband við so góðar leikarar, men meira er ikki at siga um málið. Eg havi ikki tosa við Joe Cole, tað er leiðslan í felagnum, sum stendur á odda fyri at keypa leikarar, sigur nýggi Liverpool venjarin, Roy Hodgson.

 

Veddingar fyritøkurnar í Onglandi hava avtikið møguleikan at vedda um hvar Joe Cole endar, tí teir eru so vísir í, at hann endar í Liverpool.

 

- Eg veddi einki sjálvur, so eg havi slett ikki lagt til merkis, at tað ikki er møguligt at vedda um Joe Cole longur, sigur Roy Hodgson.

 

Hóast Joe Cole er uppvaksin í West Ham, so meta enskir miðlar, at Joe Cole ongan áhuga hevur í at fara aftur til barndómsfelagið. West Ham hevur annars bjóðað Joe Cole eina ársløn á umleið 50 milliónir krónur fyri at koma til West Ham. Joe Cole náddi at spæla 183 dystir fyri Chelsea og skoraði 28 mál.