Ensku rósurnar blóma

Líkt er til, at alt, sum Madonna nertir við, verður til gull. Hennara byrjan sum barnabókahøvundur spældi væl av, og bókin "Ensku rósurnar" liggja ovarlaga á bestseljaralistum kring heimin

Madonna dugir at vekja áhugan hjá fólki. Longu nú tvær vikur eftir at hennara fyrsta barnabók varð givin út er greitt, at Ensku rósurnar eru eitt heimsumfatandi hitt, ið selur betri enn heitt breyð.

Fyrstu vikuna í oktober er bókin ovast á bestseljaralistanum yvir myndabøkur fyri børn hjá The New York Times, sum er ein viðurkendur bókalisti. Bókin er eisini á 7. plássi á listanum yvir allar bøkur seldar í USA. Og bókin er á 2. plássi yvir barnabøkur seldar hjá Amazon.com - heimsins størsti bókahandil á netinum.

Sig so tað, at marknaðarføring ikki hevur týdning, tí Madonna dugdi ómetaliga væl at fáa allan heimin at geva bókini ans. Heimsumfatandi útgávan á 30 málum í yvir 100 londum í senn varð sett í gongd við einum tíðindafundi í París, har meira enn 100 journalistar varpaðu hendingina út til øll heimsins børn og vaksin.

Bókin kom eisini út á føroyskum á forlagnum hjá BFL hendan sama dagin, og tí hava vit fingið høvi at fylgt bókini frá fyrsta degi. Bókin, sum verður lyft av frálíka teknaranum Jeffrey Fulvimari, snýr seg um vinarlag millum gentur og um vandan við øvundsjúku. Bókin liggur fremst í bókahandlunum, og dømi um tað sæst eisini í Bókasøluni í SMS, sum hevur lokkandi framsýning av bókini í hesum døgum.

Sum skilst varð bókin prentað í einari millión eintøkum í fyrsta upplagi, men bókin er longu uppafturprentað á enskum, tí áhugin var so stórur. Í Føroyum varð bókin prentað í 1000 eintøkum, men hóast áhugin er stórur kemur neyvan upp á tal at prenta hana í fleiri eintøkum. Ætlanin er, at hon skal vera ein samlarabók.

Madonna hevur eftir øllum at døma skapt móta enn einaferð. Hesaferð hjá smágentum. Sambært útgevaranum, Nicholas Callaway, lata smágentur seg í sum Ensku rósurnar, læra teirra dansistev og taka við boðskapinum í bókini.

- Eftir fyrstu vikuna hevur bókin sett met sum tann bókin, ið hevur selt skjótast hjá einum nýbyrjaðum barnabókahøvundi nakrantíð. Hetta vísir enn einaferð viðføddu gávurnar hjá Madonnu at samskifta við fólk í øllum aldri.

Um dygdin á bókini eisini livir upp til høgu sølutølini vil altíð verða ein spurningar um, hvat einum dámar. Bókadeild Føroya Lærarafelags sigur so, at tað bert er ein orsøk, at tey eru við í einum slíkum tiltaki. Og tað er, at talan er um eina góða barnabók.

Næsta bókin í røðini av fimm barnabókum eftir Madonnu kemur út 10. november. Hon kallast Mr. Peabody´s Apples, Súreplini hjá Peabody, og kemur út í Føroyum sama dag. Anna Maria Reinert hevur týtt bøkurnar til føroyskt.